Tekniskur leiðari til Eysturkommunu

 

Dámar tær væl at leiða og motivera onnur? Brennur tú fyri at leiða tekniska økið í eini av størru kommununum í Føroyum?

 

Eysturkommuna sóknast eftir leiðara at ganga á odda fyri tekniska økinum. Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tekniski leiðarin myndar menningina av Eysturkommunu saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum.

 

Eysturkommuna varð sett á stovn 1. januar 2009, og síðani tá er ein miðvís menning framd innan flest øll øki í kommununi. Eysturkommuna arbeiðir áhaldandi við at vera ein framsøkin, savnandi opin og vinarliga kommuna, og tekniski leiðarin hevur sín týðandi leiklut í arbeiðinum at røkka teimum málum, sum verða sett. 

 

Tekniski leiðarin mannar leiðslubólkin saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum og trivnaðar- og starvsfólkaleiðaranum. Starvið sum tekniskur leiðari er skipað beint undir kommunustjóranum.

 

Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av at skipa og menna hesi øki: býarskipan, byggiverkætlanir, byggimál, ferðslumál, infrakervi, vatnveiting, frárenning, bygningar og viðlíkahald.

 

HØVUÐSUPPGÁVUR

 

Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru m.a. at: 

 

  • leiða og menna tekniska økið sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum og greiðum málum
  • veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða málsviðgerð og tænastu
  • veita politikarum fakliga og professionella ráðgeving og dygdargóða tænastu
  • tryggja at politiskar avgerðir verða framdar innan teir karmar, ið býráðið og kommunan áseta
  • tryggja skilagóða stýring og leiðslu av verkætlanum hjá kommununi
  • tryggja at Eysturkommuna hevur ein fullgóðan og sunnan fíggjarligan rakstur  
  • taka við teimum møguleikum og fyrimunum sum talgilding hevur við sær
  • fyrireika og menna Eysturkommunu fakliga, soleiðis at Eysturkommuna kann ganga á odda innan tær avbjóðingar, sum framtíðin hevur at bjóða

 

FØRLEIKAKRØV

 

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er at tú:

 

  • hevur útbúgving frá hægri lærustovni, ella tilsamans hevur sambærligt útbúgvingarstøði og royndir
  • hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, sum menna starvsfólkini og skapa trivnað
  • hevur grundleggjandi innlit í rakstur og menning innan høvuðsuppgávurnar
  • hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring
  • hevur strategiska fatan og dugir at skapa og taka við leiðsluni av framtíðini
  • dugir væl at leggja ætlanir saman við leiðsluni og starvsfólkunum
  • dugir væl at raðfesta, samskipa og at geva starvsfólkunum ábyrgd, soleiðis at málini  verða rokkin og úrslitini verða skapt
  • dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
  • megnar at arbeiða undir trýsti
  • hevur ein tænastusinnaðan hugburð, har tú ynskir at geva borgarum og vinnulívinum best møguliga tænastu

 

Tað er umráðandi, at umsøkjarar hava vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika og gott innlit í tær treytir sum eru í eini kommunalari umsiting, og eisini at umsøkjarar hava royndir í at leiða verkætlanir innan tekniska økið.

 

SETAN OG LØN

 

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

UMSÓKN

 

Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdarlýsing og tilvísingar skulu sendast við telduposti til: eystur(at)eystur.fo. Viðmerk á umsóknina: „Tekniskur leiðari“.

 

Umsóknirnar skulu verða Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. januar 2022 kl. 12.00. Starvið verður sett frá 1. mars 2022, ella eftir nærri avtalu.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Erik Lervig kommunustjóra á tlf.: 730011, ella senda ein teldupost til: erik(at)eystur.fo Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Eysturkommunu: www.eystur.fo

 

Um Eysturkommunu

 

Í Eysturkommunu búgva 2250 borgarar. Á tekniska økinum starvast 3 fólk í umsitingini og 11 innan raksturin. Harumframt eru hesir stovnar o.o. knýtt at kommununi: skúli, tónlistaskúli, kvøldskúli, bókasavn, frítíðarskúli, svimjihylur, barnagarðar, frítíðaransing, læknamiðstøð, tannlækni, sløkkilið, eldrasambýlir, dagtilhald og undirhús. Kommunan hevur eisini kommunalt samstarv við aðrar kommunur og myndugleikar.