Tekniskur leiðari til Nes kommunu

Nes kommuna søkir eftir tekniskum leiðara.

 

Tekniski leiðarin er virkin í arbeiðinum at menna kommununa. Uppgávan er at stuðla kommunustýrinum í at seta dagsskránna, og at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulívið.

 

 

 

Starvið

 

Tekniski leiðarin hevur ábyrgd av tekniska økinum, sum fevnir um

 

  • Býarskipan, byggisamtyktir og byggimálsvigerð
  • Íløgur, útstykkingar og lendisnýtslu
  • Húsavørðar og viðlíkahald
  • Vatnverk
  • Havnaøkið
  • Vegir og kloakk
  • Fríðkan, kirkjugarð og ruskpláss
  • Projekteringsarbeiði og eftirlit

 

 

 

Førleikar

 

Hevur tú viðkomandi útbúgving innan tekniska økið frá hægri lærustovni, ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir; ert tú serfrøðingur við almennari tilgongd, ið eisini dugir fyrisitingarliga handverkið; og hevur tú kunnleika til leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring; so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til starvið.  

 

 

 

Setanarviðurskifti

 

Starvið sum tekniskur leiðari verður sett sambært viðkomandi sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

 

 

Fleiri upplýsingar

 

Starvsøkið og týdningarmestu uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru lýst greiniligari í starvs- og persónsprofilinum, sum liggur á heimasíðuni hjá Nes kommunu www.nes.fo. Á heimasíðuni finnur tú eisini aðrar viðkomandi upplýsingar um kommununa.

 

Hevur tú spurningar ella ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta seg í samband við Súna í Hjøllum, borgarstjóra, á tlf. 565000.

 

 

 

Umsóknir

 

Umsóknir til starvið skulu vera Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 10. februar 2023 kl. 12:00 og sendast til:

 

 

 

Nes kommuna

 

Toftavegur 3

 

650 Toftir

 

Ella sum teldupostur til nes(at)nes.fo.

 

 

 

Viðmerk “Tekniskur leiðari” á umsóknina