Tekur uppaftur færri bilar enn væntað

Tey sum vilja ferðast við Herjólfi, og hava bil vil – skulu skunda sær at bíleggja pláss

Herjólfur liggur nú við bryggju á Krambatanga

Herjólfur 3 liggur nú við bryggju á Krambatanga. Hann fekk siglingarloyvi í gjár og fór royndartúr í gjárkvøldið, har hann royndi ferjuskráan í Tórshavnar Havn. Tað riggaði alt sum tað skuldi og í morgun er hann so komin til Suðuroyar har hann liggur á Krambatanga og eisini har lá væl fyri at leggja at.

 

Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni sigur, at Herjólfur fer í fasta rutusigling leygarmorgunin. Dagin í dag, og dagin í morgin, skal manningin brúka til at kunna seg betur um skipið, og um biladekkið. Tí fara royndir at verða gjørdar við at lasta hann við bingjum, og so framvegis. Onkrar venjingar skulu eisini gerast saman við skipaeftirlitinum.

 

Upprunaliga er upplýst í Løgtinginum, at Herjólfur tekur 481 ferðafólk og nakrar og 60 bilar. Í sambandi við ferðafólk væntaðu tey ikki tann stóra trupulleikan, tí Uni Rasmussen landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur upplýst fyri Løgtinginum, at í alt fjør vóru tað bara 53 ferðir at tað vóru meira  enn 400 ferðafólk við Smyrli, tað svarar til trý prosent av túrunum ella – og tað vóru bara 25 ferðir, at tað vóru meira enn 500 ferðafólk við  Smyrli.

 

Men Strandferðslan hevur verið fullgreið yvir, at hvat flutningi av bilum og farmi viðvíkur, er talan um eina stóra avmarking, tí Herjólfur tekur ikki so frægt sum ein triðing av teimum bilum, og tí farmi, Smyril tekur.

 

Men nú Herjólfur hevur fingið siglingarloyvi frá Skipaeftirlitinum, hevur hann bara fingið loyvi til at føra 385 ferðafólk, ella 95 ferðafólk færri enn ætlað. Strandferðslan sigur, at orsøkin er, at hann eisini siglur um náttina og sostatt skal pláss skal vera umborð fyri tveimum manningum.

 

Men Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, væntar framvegis ikki, at flutningurin av ferðafólki verður tann stóri trupulleikin. Hann sigur, at hesa árstíðina, Herjólfur skal sigla, var tað bara tríggjar ferðir í fjør, at talið á ferðafólki við Smyrli fór upp um 350 ferðafólk.

 

Men hvat flutninginum av bili og farmi kann tað verða ein stórur trupulleiki, ásannar hann.  Strandferðslan sigur, at farmur hevur framíhjárætt allar túrar av Havnini klokkan tvey um náttina og allar túrar, gerandisdag, av Krambatanga klokkan tíggju um kvøldið.

 

Á túrunum um dagin er tað bara átrokandi farmaflutningur, sum sleppur við, og tað sama ger seg galdandi á túrunum av Krambatanga klokkan tíggju leygarkvøld og sunnukvøld, tí eisini hesar túrarnar er tað bara farmur, sum tað er átrokandi at flyta, sum sleppur við.

 

Strandferðslan hevur sett eina skipan í verk, har tað ber til at bíleggja sær pláss við Herjólfi á internetinum. Og tað er einki at bíða við hjá teimum, sum ætla sær at ferðast við bili.

 

Hóast tað er upplýst, at Herjólfur tekur nakrar og 60 bilar, eru bara pláss til 35-36 bilar í bíleggingarskipanini. Tað merkir, at tað er eingin vissa fyri, at tað sleppa meiri enn 35-36 persónbilar við hvørja ferð.

 

Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at restin av plássinum er lagt av til sjúkraflutning, tí hann hevur altíð framíhjárætt. Restin er lagt av til tann gerandis flutningin, sum krevst fyri at halda virksemið í Suðuroynni gangandi – tað er til montørar norðaneftir, til gerandisfarm til handlar, timburhandlar, onnur virkir, og so framvegis.

 

Eftir ætlan verður Smyril í sigling aftur mánadagin 3. oktober.

 

Herjólfur liggur nú við bryggju á Krambatanga