Eitt hakkaraálop hevur givið næststørstu miðlafyritøkuni í Noreg, Amdeia, stórar trupulleikar, og í dag er einki blað teirra kring Noreg komið út.
Telduálopið hevur rakt millum annað útgávurnar av pappírsbløðnum, lýsingarsølu og haldaraskipanir.
Amedia váttar, at teldusnýkarnir krevja loysigjald fyri at læsa upp aftur krypteraðu dáturnar.
Hjá Amedia starvast umleið 3500 starvsfólk. Amedia gevur út umleið 100 bløð, lokalbløð og netbløð kring Noreg. Felagið var til í 2012 kent undir navinum A-pressen, sum hevði sínar røtur í norsku fakfelagsrørsluni.
– Sjálvt álopið hendir ikki í nátt. Tað hava veirð fólk inni í skipanum okkara í fleiri dagar, sigur st´ron í fyri data og tøkni í felagnu, Pål Nedregotte, á tíðindfundi í dag.
– Tað er vanligt fyri hetta slagið av olopum, leggur hann afturat.
Amedia hevur boðað frá, at tey ikki fara í samskifti við teldusnýkarnar. Og tey vilja ikki gjalda teimum loysigjald.
Størsta miðlafyritøkan í Noreg, Schibsted, boðar frá, at tey hava økt elektronisku tilbúgvingina eftir tíðindi um, at Amedia hevur verið fyri umfatandi hakkaraálopið.
Í Danmark var Ritzaju Bureau í november í 2020 fyri líknandi álopi, har eisini loysigjald varð kravt, men tað gav stórar rakstrartrupulleikar árið eftir hjá Ritzau.
/ritzau/NTB