Føroyski indie-rock bólkurin TeleMama, sum var stovnaður í 2021, hevur nú givið út triðja staklagið, »Wednesdays«.
Fyrsta staklag teirra við heitinum Identity kom út fyrst í januar. 10. mars varð seinna lagið Principles givið út, og nú er »Wednesdays« á Spotify og øðrum pallum, skrivar bólkurin.
Limirnir í bólkinum eru allir úr Tórshavn.
Vokal og guitar: Óli Joensen
Guitar: Hendrik Jacobsen
Bass: Ørvur Hentze Argenziano
Keyboard: Dan Eyðun Karbech Saxov
Trummur: Jákup Holm Johannesen
Spotify leinkja: https://open.spotify.com/track/1HaIfoKFUDZlumcMBzDn73?si=7687c092c18b4663