Televarpið hækkar prísirnar

Televarpið fer at hækka prísirnir á nýggjárinum.

Televarpið fer at hækka prísirnir á nýggjárinum.

 

Orsøkin er, siga tey í Televarpinum, at kostnaðirnir fyri upphavsrættindi, serliga fyri ítróttarrásir og TV2, sum Televarpið rindar hjá sjónvarpsveitarunum, eru hækkaðir gjøgnum seinasta árið.

 

Prísirnir fyri pakkarnar hjá Televarpinum hækka soleiðis:

Grundpakkin fer upp við 5 krónum - úr 169 til 174 krónur um mánaðin

Familjupakkin fer upp við 20 krónum - úr 339 kr 359 krónur um mánaðin

Stóripakkin fer upp við 30 krónum - úr 459 kr 489 krónur um mánaðin

Hálvárliga kortleigan, áljóandi 228 kr, nú skal framyvir rindast mánaðarliga.

 

– Hetta merkir, at kortleigan verður nú 38 krónur um mánaðin og verður avroknað saman við kostnaðinum fyri tann pakkan, sum viðskiftafólkið hevur valt frá Televarpinum.

 

Umframt hetta eru gjørdar nakrar broytingar í viðskiftatreytunum hjá Televarpinum, sigur Televarpið. Tær broytingarnar kunnu lesast á heimasíðuni tv.fo.