Televarpið vísir HB dystin

Møguleiki er hjá øllum at fylgja við, tí dysturin verður vístur á Rás1

Tað verður møguleiki hjá øllum at fylgja við, tá ið HB klokkan 19 í kvøld suðuri í Montenegro fer at royna at spæla seg víðari í Conference League.

 

HB boðar frá, at dysturin verður vístur í Televarpinum, og at hann verður vístur á Rás1. Tað vil siga, at tað er ikki neyðugt við haldi fyri at síggja dystin.

 

Fyrsta bríksl í Podgorica verður klokkan 19. Dómari verður Andrew Davey úr Norðurírlandi.