Tenninar úr andstøðuni

Bjarni Djurholm

Panikkur í, nú samgongan samtykti yvirtøkulógina, sum er identisk við ætlanirnar hjá undanfarnu samgongu, tá kallað 7-míla fet móti fullveldinum.

Yvirtøkulógin er avgreidd. Løgtingið hevur endaliga samtykt sáttmálagerð millum Føroyar og Danmark, har Føroya Løgting kann gera av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru karmar um ríkiseindina, kunnu yvirtakast við teirri fylgju, at Løgtingið rindar fyri tær útreiðslur, ið fylgja við teimum.
Sáttmálagerðin ger greitt, at tekur Føroya fólk við fólkaatkvøðu avgerð um, at Føroyar skulu vera fullveldisríki, koma málsøkini, sum eru karmar um ríkiseindina, undir føroyskt málsræði.
Sáttmálagerðin ger eisini greitt, at Føroya fólk varðveitir sín viðfødda, ómissandi og áframhaldandi sjálvsavgerðarrætt á øllum økjum, tað verið seg í innanlendis viðurskiftum eins væl og í altjóða høpi sambært altjóðarætti.
Fyrstu ferð í mansaldrar kundi Løgtingið taka støðu til uppskot, sum er grundarlag undir tjóðarsemju tvørtur um floksmørk. Men nei. Andstøðan sveik hóast yvirtøkulógin er identisk við ætlanina hjá undanfarnu samgongu. Ja, í 2002 var hon enntá skýrd 7-míla fet móti fullveldinum.

Produsera mytu
Í frustratión um, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark nú normaliserast kom panikkur í andstøðuna, har tenninar ein fyri og onnur vórðu trektar út. Akademiska gluggapyntið avdúkað. Tí var umráðandi hjá flokkunum at halda fast við øsingina. At grugga. At pástanda falsan og produsera mytu um svikabrøgd, sum flokkarnir kunnu liva av komandi valskeiðini.

Lítlan sóma
At andstøðan undir aðru viðgerð í Løgtinginum harumframt blokeraði demokratisku atkvøðugreiðsluni av yvirtøkulógini, tí hon ikki fekk sín vilja, var avdúkandi. Minti ikki sørt um atburðin hjá totaliterum flokkum í fyrru helvt í farnu øld. Ódemokratiskur hugburður, sum á ongan hátt kann góðtakast, og sum er fólkaræðinum til lítlan sóma.
Undir viðgerðini av yvirtøkulógini viðgjørdi andstøðan danska ríkislógartilmælið við páhaldi um, at sjálvsavgerðarættur okkara er fokin. Hetta er sjálvsagt ikki so. Er tað bera grugg.
Í uppriti um m.a. yvirtøkulógina frá fremsta løgfrøðingi okkara í altjóðarætti verður gjørt púra greitt, at "Tað sær ikki út til at vera nakað í viðmerkingunum, sum ger seg inn á sjálvsavgerðarrættin hjá føroysku tjóðini. At tað í donsku viðmerkingunum verður víst til løgfrøðiligar veruleikar, sum at grundlógin er í gildi í Føroyum, kann ikki metast at hava nakra ávirkan í hesum sambandi".
Víðari verður sagt, at "Tað er einki í sjálvstýrisgongdini í Føroyum, sum kann metast at vera avluting avhesum rætti (sjálvsavgerðarrætturin, red.), heldur ikki viðmerkingarnar til tey uppskot, ið eru til viðgerðar í hesum døgum".
Her er eingin ivi.
Tí sum sami løgfrøðingur sigur: "Uppskotið til yvirtøkulógina er ein víttgangandi øking av møguleikunum at yvirtaka sambært heimastýrislógini og hevur sostatt við sær munandi víðkaðar heimildir hjá føroysku myndugleikunum at yvirtaka málsøki".

Forvirra
Í tingviðgerðina nýtti andstøðan eisini notatið frá Løgtingsskrivstovuni at forvirra yvirtøkulógina. Men har var heldur einki at fara eftir. Talan var ikki um eitt burturvísingarnotat, men bert um notat vísandi til eftiransingararbeiðið hjá Løgtinginum. Yvirtøkulógin er jú politikkur. Løgtingið ger tað sum Løgtingið vil.
Alt hetta veit andstøðan, men í fornermilsi varð alt gjørt fyri at forða stórsta frambrotinum á sjálvsstýrisleið farnu mansaldrarnar. Ístaðin fyri at vera partar av tjóðarsemju, so avdúkaði andstøðan bera ómegd.

Hanar halda, at gala teir ikki á morgni so rísir sólin ikki. Soleiðis tykjast summi halda, at tey eru ein gáva til fólkið. At tey umboða allan sannleikan. Andstøðan burdi sæð skriftina á vegginum. Tað ber saktans til at reka politikk uttan teirra luttøku.