Tennis-landsliðið til Íslands at spæla landsdyst

Pætur M. Dahl verður sannlíkt 1. seedaður á føroyska landsliðnum og fer tískil at leika ímóti besta íslendska leikaranum

Sum liður í fyrireikingum til Oyggjaleikirnar í summar fer føroyska tennislandsliðið hjá monnum til Íslands í næstum at spæla landsdyst ímóti Íslandi.

 

Tað verður ein søgulig hending, tá ið føroyska landsliðið í tennis hjá monnum fer til Íslands at spæla ímóti tí íslendska landsliðnum. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at Føroyar og Ísland spæla landsdyst í tennis. Dystirnir verða leiktir í tennishøllini í Kópavági í døgunum 18. og 19. februar.

 

Landsliðsvenjarin, Adam Blicher, hevur tikið út sjey leikarar til hendan landsdystin, har spælt verður bæði í einmans- og tvímansleiki. Landsdysturin er skipaður soleiðis, at sjey dystir í einmansleiki og tríggir dystir í tvímansleiki verða leiktir bæði leygardag og sunnudag. Talan er um 20 dystir tilsamans. Leikararnir skulu sostatt spæla tveir dystir hvønn dagin – tó situr ein leikari yvir í tvímansleiki. Hvør dystur telur eitt stig, og síðani verður talt upp, hvussu nógv stig liðini hava tilsamans.

 

Landsliðsvenjarin hevur valt hesar leikararnir at umboða Føroyar: Pætur M. Dahl, Nicholas Petersson, Jón Brekku, Ingi Højsted, Annfinn Gaard, Svenn F. Jacobsen og Hjalti M. Jacobsen.

 

Síðsta summar setti Tennissamband Føroya nýggjan landsliðsvenjara, tá ið Adam Blicher varð settur at fyrireika luttøkuna á Oyggjaleikunum 2023. Fyrireikingarnar ganga sum ætlað, og hesin dysturin ímóti íslendska landsliðnum er ein liður í fyrireikingunum.

 

Tennissamband Føroya fegnast um samstarvið við íslendska tennissambandið, sum í fyrstu atløgu hevur við sær, at føroyska landsliðið er bjóðað til Íslands at spæla landsdyst. Ætlanin er, at landsdystur millum grannatjóðirnar verður eitt afturvendandi tiltak.

 

 

 

Pætur M. Dahl verður sannlíkt 1. seedaður á føroyska landsliðnum og fer tískil at leika ímóti besta íslendska leikaranum