Djúpvatnstrolarar og Suðuroy
- Fara djúpvatnstrolararnir fyri bakka, hevði tað verið eitt stórt bakkast fyri fiskivinnuna. Ikki minst hevði tað rykt teppið undan vinnulívinum í Suðuroy.
- Tí kann tað ikki koma upp á tal, at lata flotan av djúpvatnstrolarum svinna burtur og fáa somu lagnu sum rækjuflotin fekk.
Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, er 100% vísir í, at at flotin av djúpvatnstrolarum skal bjargast.
Annars hevur granskingardepilin fyri økismenning akkurát givið út eina frágreiðing um støðuna hjá djúpvatnstrolarunum.
Av teimum 13 djúpvatnstrolarunum, eru teir níggju í Suðuroy, umframt at onkur av hinum er mannaður við Suðuroyingum.
Harafturat avreiða teir rættiliga stórar nøgdir til virkini í Suðuroy og tí hevur djúpvatnsflotin ómetaliga stóran týdning fyri Suðuroy.
Granskingardepilin staðfestir at høgi oljuprísurin er ein hóttan ímóti djúpvatnstrolarunum og lækkar oljurprísurin ikki, kann tað gerast neyðugt við politiskum tiltøkum av onkrum slagi fyri at bjarga flotanum undan at fáa somu lagnu sum rækjuflotanum, ið mestsum er svunnin burtur í onki.
Ongin orsøk at leypa framav
Ein, sum fær ávirkan á, hvussu politikararnir takkla hesa støðuna, er Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum.
Hann ásannar, at hetta er ein trupulleiki,
Hann heldur kortini ikki, at tað er ongin orsøk til at leypa framav.
- Eg haldi ikki, at vit skulu mála myndina alt ov svarta, tí tað skerst ikki burtur, at djúpvatnstrolararnir hava havt nøkur góð ár, so hóttafallið stendur ikki beint fyri durum.
Hendrik Old heldur tí, at djúpvatnstrolararnir hava nakað at standa ímóti við, hóast rakstrarúrslitið er versnað.
- Men tað er heilt avgerðandi, at varðveita djúpvatnstrolararnar, tí teir hava so stóran týdning fyri føroyska fiskivinnu og føroyskan útflutning. Samstundis eru teir okkara tryggastu leverandørar til flakavirkini allan veturin.
- Og hvønn týdning teir hava fyri alla Suðuroy, er óneyðugt at siga so nógv um og tí kann tað ikki koma upp á tal, at lata teir fara.
- Vísir tað seg at vera fyribils, at oljan er so dýr, eiga teir at hava fíggjarliga styrki at standa ímóti. Men fer oljan ikki niður aftur, verður hetta ikki bara ein stórur trupulleiki hjá lemmatrolarunum, men hjá so nógvum øðrum eisini og tí mugu vit fylgja fylgja gjølliga við gongdini og vita, hvussu støðan tekur seg upp tá ið ein tíð er fráliðin.
Men hinvegin hevur Hendrik Old í løtuni onga pantentloysn upp á, hvussu trupulleikin skal loysast.
Kortini ásannar formaðurin í vinnunevndini, at studningur er ikki tað, sum liggur fremst í huga og tað verður helst allarseinasti útvegur.
Tá kundi Hendrik Old heldur hugsað sær, at møguleikarnir at útvega trolarunum betri møguleikar at fiska, tó at hann ásannar, at økt veiðirættindi hanga ikki á trøðunum.
Eitt nú vísir hann á, at kvotan hjá lemmatrolarunum av toski og hýsu undir Føroyum er munandi minkað. Men hann sigur, at tað er eitt krav frá honum, at hon verður sett upp aftur næsta fiskiári, sum byrjar í september.
Men hann heldur eisini, at lemmatrolararnir skulu fáa møguleika at partrola onkur tíðarskeið fyri at spara olju og tann møguleikan heldur hann, at politiski myndugleikin eigur at viðgerða við vælvild.
Annars vísir hann á, a vit hava kvotu undir Eysturgrønlandi, í Norðsjónum og Barentshavinum og hann heldur, at vit eiga at kanna eftir, um tað ber til at lata djúpvatnstrolararnir fáa meiri burturúr teimum.
Hann heldur somuleiðis, at tað er ikki annað enn rímiligt, at djúpvatnstrolararnir sleppa aftur í Irmingarhavi at royna, halda teir, at tað er ein loysn, sigur Hendrik Old.
- Eg haldi, at bæði Fiskimálaráðið og Skipini eiga at fara av álvara til verka at útvega djúpvatnstrolararnir betri møgueleikar at fiska, leggur formaðurin í vinnunevndini afturat.
- Hinvegin er tað alt avgerðandi, at djúpvatnstrolararnir framvegis sigla út frá Suðuroy og eisini avreiða sum mest í oynni, leggur hann afturat.