Territorial Songs vann fyri løtu síðani FMA virðislønina fyri ársins kompositión í opna bólkinum.
Tað eru danski tónleikarin Michala Petri & danska orkestri Aalborg Symphony Orchestra, ið hava framført verkið eftir føroyska tónaskaldinum Sunleif Rasmussen.
Umframt vinnaraverkið, so vóru tvey onnur verk tilnevnd til virðislønina. Forever Gone hjá Óla Jógvanssyni, ið varð framført av honum sjálvum til Nýggjárskonsertina 2015 og Voyage hjá Óla Jógvanssyni, ið varð framført av Gunnari G. Guttesen og Brandenburgische Staatsorchester.