Tey eldru í Norðoyggjum

Ein kommuna ið ikki tekur hond um sínar eldru íbúgvar er ikki ein kommuna har trivnaðurin verður settur í hásæti.

Eyðgunn Samuelsen,

býráðslimur

www.get.to/eydgunn



Tað hevur so mangan verið sagt, at serliga tey eldru ið hava lagt lunnar undir tað samfelag, ið vit hava í dag, hava uppiborið betur viðferð. Tað er tó ein sannroynd, at júst hesi eldru eru nógv meira nøgdsom og seta færri krøv, enn tey komandi ættarliðini av eldri fólki. Fyri tað eiga tey ikki at vera slept upp á fjall.

Í Norðoyggjum eru umleið 900 fólk í aldrinum 65-100 ár, av hesum eru 200 yvir 80 ár og tað eru tey ið vanliga hava tørv á stovnsplássi. Tað vil siga, at okkum tørvar umleið 200 stovnspláss í Norðoyggjum !!

Í Klaksvík hava vit eini 57 stovnspláss til eldri. Takast skal við, at røktarheimið hevur 36 pláss, er normera til 28 og fær tað at bera til, við at tvey fólk eru á sama kamari. Hetta má sigast at vera sera mannminkandi fyri eitt eldri fólk, at noyðast at búgva saman við øðrum fólki, og enntá við einum ið viðkomandi kanska ikki kennur.

Tá ið nýggja sambýli undir Kráarbrekku kemur við 24 plássum, er hetta bert ein hjálp um í minsta lagi ,verðandi sambýli, eisini heldur fram.

Eldraøkið er í dag landsmál, men harfrá er onki gott í væntu. Tað einasta vit hava hoyrt at sitandi samgonga ætlar, er at byggja eitt røktarheim aftrat í norðstreymoy og onki annað í restina av landinum !!

Tí er rættast at eldraøkið og játtanin verður løgd út til kommununar at umsita. So fáa vit møguleikan, sjálvi at taka hond um okkara eldru, og finna loysnir ið passa til okkara viðurskifti. Kommununar her norði eiga, eisini at samstarva um, at loysa henda trupuleika.