Tey hava misbrúkt skipanina

– Tað ber illa til at koma til nakra aðra niðurstøðu, sigur løgmaður

Tað er ilt at koma til aðra niðurstøð enn at Fas-skipanin er misnýtt. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú tað er komið fram, at íslendska felagið, Samherji, hevur goldið fiskimonnum í Namibia hýrur ígjøgnum Fas-skipanina.

 

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt løgmann, hvat hann heldur um málið og hann sigur, at tað ber illa til at siga annað enn at Fas-skipanin er misnýtt. Men hann sigur at Taks arbeiðir við málinum, men enn er eingin niðurstøða. Somuleiðis hevur Taks meldað málið til løgregluna.

 

Samherji eigur í føroyska felagnum, Framherji, men løgmaður sigur, at eftir teimum upplýsingum vit hava, eru treytirnar fyri loknar, tí útlendingar kunnu í mesta lagi eiga 33 prosent í føroyskum reiðaríum, men Samherji eigur 24 prosent í Framherja.

 

Sjálvur ivast Bárður á Steig Nielsen ikki í, at myndugleikarnir fara at taka málið upp í kjalarvørrinum á teimum upplýsingum, sum eru komnir fram. Tað er eisini komið fram, at Samherji setti fólk, sum burtur av høvdu til uppgávu at sverta tíðindafólk til, sum høvdu funnist at framferðini hjá felagnum, eisini tíðindafólk í Føroyum. Løgmaður sigur, at so leingi talan ikki erum lógarbrot, ber illa til hjá honum at hava nakra meining um tað. Men er talan um lógarbrot, er tað eitt mál fyri løgregluna at taka upp.

 

Men hann sigur eisini, at tá ið Samherji er eitt útlendskt felag, hevur hann einki við at gera um tað eigur at fáa avleiðingar.