Tey lesandi fáa 9 milliónir afturat

Høvuðsorsøkin til hækkanina er, at ferðastuðul innanoyggja til lesandi er innførdur, men hann telur bara ein lítlan helming av hækkanini

Játtanin til lestrarstuðul á fíggjarlógini fyri næsta ár er 63 milliónir krónur. Játtanin á seinastu fíggjarlóg var 54 milliónir, og er hetta ein vøkstur á 9 milliónir.

Fýra orsøkir eru til vøksturin. Høvuðsorsøkin er, at ferðastuðul til lesandi er innførdur. Hetta er bara galdandi ferðing innanoyggja. Tey lesandi fáa eina upphædd til at gjalda fyri ferðing umframt tann vanliga stuðulin. Fyrr hava tey lesandi goldið fyri flutningin av tí vanliga lestrarstuðlinum. 4 milliónir eru settar av til ferðastuðulin innanoyggja.

Ferðastuðulin er ikki aldurstreytaður, men øll, sum nýta Strandfaraskip Landsins at koma í og úr skúla, fáa ferðastuðul. Fyri 20 túrar aftur og fram skal næmingurin gjalda 100 krónur. Næmingurin fær eitt elektroniskt kort, sum hann bara kann nýta á eini farleið til at koma aftur og fram einaferð.

Fyri fystur ferð verður verður lestrarstuðulin prístalsviðgjørdur. Prístalið er hækkað við 5,1%, og tað hevur við sær, at játtanin hækkar við 2,7 milliónum.

Aðrar orsøkir eru, at fleiri leita sær útum Norðurlond at lesa, og tað kostar landskassanum 1 millión eyka. Eisini verður roknað við einum vøkstri í ferðastuðlinum til lesandi uttanlands, sum verður mettur at vera 1,5 milliónir.