Tey smittaðu hava verið í sóttarhaldi

Tamarhald er á støðuni, metir virkandi landslæknin

Í morgun gjørdist greitt, at tveir nýggir tilburðir av koronavirus eru staðfestir seinasta samdøgrið. 

Talan er um fólk, sum eru komin til landið, og sum síðani hava sitið í sóttarhaldi. Tað upplýsir Bjarni á Steig, yvirlækni, fyri Kringvarpinum.

Kringvarpið hevði í tíðindunum klokkan 10 eina samrøðu við virkandi landslækna, Anette Lykke Petri, og hon sigur, at einki týðir uppá, at hesir báðir persónarnir hava verið í sambandi við onnur fólk í landinum, sum mann veit, eru smittaðir við koronavirus. 

Vit hava eina longri samrøðu við Anette Lykke Petri, sum kemur her á in.fo um eina løtu.