Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Her sært tú hvør er tilnevndur sum ársins verjuspælari hjá kvinnum og monnum:
Tær tilnevndu til ársins verjuspælara eru:
Ragna Patawary, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Monika S. Samuelsen, NSÍ
Teir tilnevndu til ársins verjuspælari:
Odmar Færø, KÍ
Daniel Johansen, HB
Bartal Wardum, HB