Tey valdu hvønn annan - fram um skynsemið

Sambandsflokkurin er enntá til reiðar at skerja ríkisveitingina

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, valdu primitivan blokkpolitikk fram um skynsemi.

 

Tað var boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, á landsfundinum hjá flokkinum í Vestmanna í morgun.

 

Hann fegnast um, at Sambandsflokkurin hevur havt tvey góð val. Annað valið var fólkatingsvalið og tað var var eitt søguligt val fyri Sambandsflokkin, sum varð størsti flokkur.

 

Hitt valið var løgtingsvalið, har flokkurin varð næststørsti flokkur og fekk sjey tingsessum.

 

Serliga fegnast Bárður á Steig Nielsen um hetta úrslitið, tí veljarakanningar søgdu, at tey fóru at fáa eitt vánaligt val.

 

Men hann dylur heldur ikki fyri, at tá ið samgongan varð skipað, hevði Sambandsflokkurin sjálvsagt viljað sitið við borðendan, so at tey kundu sett teirra vallyfti í verk.

 

Hann sigur, at Sambandsflokkrin høvdu ein áhuga í, at samstarva við fleiri flokkar og at gera upp við blokkpolitikkin.

 

– Tað var eisini tað, veljarin vildi hava. Men hansara niðurstøða er, at Javnaðarflokkurin vildi fara í samgongu við Tjóðveldi og tí strekti Sambandsflokkurin seg langt fyri at koma til samráðingar.

 

Tey funnu eisini loysnir uppá tað mesta og Sambandsflokkurin góðtók enntá, at ríkisveitingin varð lækkað.

 

– Kortini valdi táverandi andstøða, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, hvønn annan, framum skynsemið og ágóðarnar í einum breiðum samstarvi.

 

– Tað er helst sjónligt fyri tey flestu longu nú, hvør loysn var tann rætta, men hon mátti lúta fyri primitiva blokkpolitikkinum, segði Bárður á Steig Nielsen.