Tey vasknu fara í dans

Leygarkvøldið letur tiltikna dansistaðið Dallas í Havn uppaftur - fyri eitt kvøld.

Dallas var væl umtókt dansistað í áttatiárunum, og nú verður roynt at endurskapa staðið – í eitt kvøld. Leygarkvøldið fara nakrir av teimum, sum plagdu at venda plátum har, at gera comebach. Regin Johansen, Finn Jensen og Páll Arge fara at standa fyri tónleikaliga undirhaldinum. Dallas-tiltakið verður í dansistaðnum, sum nú verður kallað Deep. So er bara at vóna, at kvøldið spælir væl av, og at eingir skaðir verða, tá ið tey tilkomnu ger comeback á dansigólvinum.