Hóast tað enn eru tríggir mánaðir eftir av árinum, so hevur útflutningurin úr Kina longu sett met. Sammett við september mánað í fjør, vaks útflutningurin við 31%. Stóru útflutningtølini betra sjálvandi eisini um handilsjavnan, sum fyrstu níggju mánaðirnar hevur verið positivur við 654 mia kr. Ein gongd, sum hevur fingið fleiri útlendskar politikkarar at finnast at kinverjum, tí teir meta hesar halda kursinum á sínum gjaldoyra á alt ov lágum støði.