Elsti maður í Føroyum, Theodor Thomassen í Sørvági, fyllir 105 ár í dag.
Theodor hevur verið sjómaður alt lívið – og hann róði út líka til hann var 99 ára gamal, tá sjónin bilaði so mikið, at hann ikki fekk róð út meira. Tá hann var 70 ár fekk hann sær nýggjan bát, sum hann seldi, tá hann sum 99 ára gamal fór »upp á pensjón«.
Fyri 26 ár um síðani misti Theodor konuna. Tey fingu 10 børn, fimm dreingir og fimm gentur, har øll uttan ein dóttir búgva í Vágum.
Theodor búði einsamallur til hann fylti 100 ár. Síðani tá hevur hann búð hjá dótrini Elisu, har hann enn býr.
Theodor er væl fyri og fylgir væl við í øllum, sum fyrifert sí samfelagnum.