Thisted er nú tvey stig røttu megin niðurflytingarstrikuna

Bert eitt umfar er eftir at leika í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Heini Fossdalsá Sørensen var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Thisted tóku móti Brabrand í heimadysti í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Thisted at vinna ein tepran 1-0 sigur. Sigursmálið skoraði verjuleikarin, Ebbe Facius tá 12 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.

 

Thisted er fjórðaftast við 31 stigum, men teir eru bert tvey stig frammanfyri FA 2000, ið er næstaftast við 29 stigum.

 

Á seinasta leikdegi komandi leygardag klokkan 13 spælir FA 2000 á útivølli móti Brabrand, ið longu eru fluttir niður. Samstundis hevur Thisted torføran útidyst móti Skive. Tí er alt at spæla fyri hjá føroyingaliðnum, Thisted í seinasta leikumfarinum. 

 

Daniel Johansen var ikki við á liðnum hjá Thisted í dag, tí hann er við landsliðnum til Baltic Cup. Hann slapp tó ikki á vøllin í 1-4 tapinum fyri Estlandi í Talinn.