Thor hjálpir Japan á burðardyggu leiðini

- Vit eru ógvuliga spent upp á hesa kós og síggja stórar møguleikar í hesari vinnu, siga tey í reiðarínum Thor í Hósvík.

Thor Wind, sum er eitt dóttirfelag hjá P/F Thor, hevur endaliga keypt skipið Vos Shine, sum Thor hevur leigað frá niðurlendska reiðarínum, Vroon Offshore Services BV.

 

- Hetta er eitt stig á leiðini hjá Thor at vera partur av at uppbyggja grønu og burðardyggu leiðina, sum japanska stjórnin hevur sett út í kortið til 2050. Skipið ger kjarnuboringar og aðrar kanningar á økjum, har havvindmyllur skulu setast upp.

 

Tað sigur Thor í tíðindaskrivi.

 

- Vit hava gjørt skipið út við boritorni og aðrari útgerð til endamálið. Vos Shine, ið hevur føroyskt flagg og er heima hoyrandi í Hósvík, hevur umleið 34 fólk umborð. Skipið, sum varð bygt í 2012, er 1794 bruttotons, stívliga 60 metrar langt og 15 metrar breitt.

 

Í januar skal skipið á skipasmiðju í Suðurkorea, har tað skal til 10 ára klassing, og tá kemur skipið eisini at skifta navn.   

 

##med2##

 

- Vit eru ógvuliga spent upp á hesa kós og síggja stórar møguleikar í hesari vinnu. 

 

Hjá reiðarínum Thor leggja tey aftrat, at seinasta árið hevur reiðaríið haft eina royndarætlan við skipinum.

 

- Vit vit vildu síggja, um hetta er ein gongd leið at royna, og nú eftir einum ári, hava vit mett, at verkætlanin er so mikið búgvin, at skipið skuldi keypast til endamálið.

 

Thor leggur aftrat í tíðindaskrivi, at skipið eftir ætlan verður endaliga skrásett í føroysku skipaskránni hósdagin.