Tí doyði maðurin í flogfarinum

- Tá deyðsfallið ikki hevði aðrar náttúrligar orsøkir, hevur líkskurður verið, sigur Grønlands Politi, sum nú heldur seg vita deyðsorsøkina.

Í morgun skrivaðu vit á In.fo um eina hending, har eitt ferðafólk, sum var á veg við flogfari úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq í Grønlandi mikudagin, doyði á ferðini. 

 

Grønlands Politi vildi í fyrstu syfti ikki siga nakað um, hvat ítøkiliga var hent, men legði bara aftrat, at tey avvarðandi høvdu fingið boð um hendingina.

 

Talan var um ein 33 ára gamlan mann.

 

Nú veit Sermitsiaq at siga, at maðurin eftir øllum at døma hevur roynt at smugglað hassj til Grønlands, og hassjið hevði hann í maganum. Fyribils kanningar vísa, at maðurin helst er deyður av hassjinum.

 

- Tá deyðsfallið ikki hevði aðrar náttúrligar orsøkir, hevur líkskurður verið, og hesin hevur víst, at maðurin hevði eina størri nøgd av hassji í maganum, sum hann hevði svølgt fyri flogferðina.

 

Grønlands Politi væntar, at pakkin, sum hassjið var í, ikki hevur verið tættur, og tí hevur maðurin fingið narkotisk evni í likamið.

 

- Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at fólk royna at smugla hassj til Grønlands, sum tey høvdu svølgt fyri flogferðina, veit Sermitsiaq at siga seinnapartin í dag.