- Tí eru vit so góð

Venjarin hjá SuSvim vil ikki geva Pálshøll allan heiðurin fyri góðu úrslitini.

Svimjararnir hjá Suðuroyar Svimjifelag, SuSwim, gjørdi veruligt vart við seg um vikuskiftið í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík, har Reykjavík International Games 2016 var á skránni.


Tað er einki óvanligt í tí. Tvørturímóti skrivar Rókur í Jákupsstovu fylgjandi á heimasíðuni svimjing.com.


- Nú januar er um at vera liðin, kunnu vit staðfesta at tað til nú í ár eru sett 12 nýggj føroysk met og 17 føroysk juniormet, ella 29 met tilsamans, harav suðuroyingar eiga øll uttan tvey.


Í greinini gevur hann Pálshøll heiðurin fyri góðu úrslitini, men tí grundgevingina góðtekur Jón Bjarnason, høvuðsvenjari hjá SuSwim ikki heilt.


- Eg veit at vit venja fryktiliga nógv meira enn hinir føroyingarnir gera, og tí eru vit so góð sum vit eru. Har er eingin hemmiligheit, segði hann í samrøðu við Rás 2 í dag.


Hoyr alla samrøðuna við Jón Bjarnason við at trýsta á pílin undir myndini.