Tí hevur Fredrikstad keypt Brand

- Fáa vit Brand aftur í toppform, so hava vit fingið ein avbera góðan fótbóltsspælara, sigur ítróttarstjórin

​​​Norska felagið Fredrikstad FK hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við føroyska landsliðsspælaran, Brand Hendriksson Olsen.

 

Í gjár takkaði Brandur Hendriksson fyri tíðina í svenska Helsingborg, og í dag hevur hann gjørt sáttmála við norska Fredrikstad. Skálvíkingurin verður triði føroyingurin í norska felagnum.

 

- Fáa vit Brand aftur í toppform, so hava vit fingið ein avbera góðan fótbóltsspælara, sigur ítróttarstjórin, Joacim Heier.

 

Heimasíðan hjá Fredrikstad FK skrivar, at Brandur Hendriksson væntast at verða klárur fyri summar, men at tað ikki verður lagdur stórur dentur á júst nær, men at miðvallarin skal fáa tíð at koma seg.

 

- Brandur er besti vinur við bóltin. Ein skapandi og kreativur miðvallari. Hann er neyvur við høgra fótinum og er oftani partur av uppleggum og málum. Nú skal hann bara koma fyri seg aftur og vit gleða okkum at síggja í troyggjuni hjá Fredrikstad, sigur Joacim Heier.

 

Brandur Hendriksson verður nummar 27. Venjari í Fredrikstad FK er Mikkjal Thomassen og Jóannes Bjartalíð er eisini í hópinum.