Tí vil andstøðan ikki hjálpa samgonguni at skerja verkfallið

 – Andstøðuflokkarnir hava eitt annað uppskot, sum teir heldur vilja hava samgonguna at leggja dent á

Sum støðan er nú, fer samgongan onga hjálp frá andstøðuni

Sum vit hava skrivað fyrr í morgun, ætlar samgongan at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá Pedagogfelagnum við tí endamálið at fáa fleiri pedagogar til arbeiðis í Almannaverkinum. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, sigur, at eitt, sum verður rættiliga avgerandi í hesum føri, er, um Løgtingið samtykkir at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kann avgerðast alt fyri eitt. Skal Løgtingið fylgja øllum vanligum mannagongdum, kann tað nevniliga taka ein heilan málað at avgreiða málið.

 

Skal Løgtingið víkja frá tíðarfreistunum, krevjast at 20 tinglimir atkvøða fyri tí, og sostatt er neyðugt, at andstøðan hjálpir til. Men tað vil andstøðan ikki, sum støðan er nú.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur stutt og greitt, at Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við, at Løgtingið leggur seg út í verkfallið og Javnaðarflokkurin tekur heldur ikki undir við at víkja frá tíðarfreistunum. Formaðurin heldur, at ístaðin fyri at leggja seg út í verkfallið, eigur samgongan at fara aftur til samráðingarborðið og finna eina semju. Hann ásannar, at verkfallið rakar hart, men tað eru tveir partar í málinum og teir eiga at seta seg saman og finna eina semju.

 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, vísir á, at hetta er annar dagurin, verkfallið er og tí heldur hon, at tað er alt ov tíðliga hjá politiska myndugleikunum at leggja upp í. Men skuldu vit komið í eina støðu, at verkfallið dregur út, kann støðan broytast, og hon útihýsir ikki, at vit kunn koma hartil, at politiski myndugleikin má leggja upp í. Men sum støðan er nú, er tíðin ikki búgvin til eina politiska uppílegging, heldur hon.

 

Hon sigur, at verður eitt mál um at skerja verkfallið, lagt fyri Løgtingið, fer Framsókn heldur ikki at at taka undir við at víkja frá øllum tíðarfreistum í Løgtinginum fyri at fáa málið avgreitt alt fyri eitt. Vit fara ikki at víkja so nógv frá tíðarfreistunum, at málið ikki verður lýst til fulnar, og tí má viðgerðin taka tað tíð, sum er neyðug, sigur hon.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at sum støðan er nú, tekur Tjóðveldi ikki undir við at Løgtingið leggur seg út í verkfallið. Hon sigur, at Tjóðveldi tekur ikki undir við at politiski myndugleikin leggur seg út í verkfalsrættin. Samstundis ásannar hon, at støðan er álvarslig og tað kann ikki góðtakast, at teir veikastu bólkarnir í samfelagnum verða so hart raktir. Men heldur enn blanda seg upp í verkfallið politiskt, skuldi samgongan heldur brúkt kreftirnar upp á at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum aftur til samráðingarborðið.

 

Sum støðan er nú, tekur Tjóðveldi heldur ikki undir við at víkja frá øllum tíðarfreistum so at málið kann verða skundað ígjøgnum Løgtingið. Men hon ásannar eisini, enn veit eingin, hvussu gongdin verður, og dregur verkfallið út, mugu tey taka tað haðanífrá, alt eftir, hvussu støðan er tá, leggur hon afturat. Seinasta andstøðuflokkinum, Sjálvstýri, eydnaðist ikki at fáa orðið á.

 

Sum støðan er nú, fer samgongan onga hjálp frá andstøðuni