Ódnin Ike gjørdi skaða fyri upp ímóti 100 milliardum krónum Amerikonsku myndugleikarnir duga ikki at siga, hvussu stóran skaða ódnin Ike hevur gjørt, men fyribilsmetingar siga, at talan kann vera um næstan 100 milliardir krónur.
Nógvastaðni standa stór økir undir í vatni, og fleiri milliónir hava ongan streym. Eitt nú liggja millum tríggjar og fýra milliónir fólk í býnum Houston í streymloysi, og tað hevur gjørt, at myndugleikarnir hava lýst útigongubann aftan á klokkan níggju á kvøldi.
Býarmyndugleikarnir hava sagt, at tað kann taka tríggjar vikur, áðrenn øll hava fingið streymin aftur.
Higartil er staðfest, at Ike kostaði minst níggju mannalív í USA.