Tiknir fyri at koyra bil – alt ov ungir

Løgreglan hevur tikið blaðungar dreingir í bili

Nú um vikuskiftið hevur løgreglan í Suðuroy tikið tveir blaðungar bilførarar. Hetta var mitt um náttina, at teir vórðu tiknir í hvør sínum bili.

 

Annar drongurin var bara 15 ára gamal og hin var bara 16 ára gamal, og sostatt vóru teir alt ov ungir til at koyra bil. Løgreglan sigur, at teir vórðu tiknir í tí vanliga eftirlitinum hjá løgregluni, so tað hendi einki óhapp í hesum føri.

 

Løgreglan sigur, at foreldrini eru kunnað um málið, og annars gongur málið sína gongd. Av tí at teir eru so ungir, verður ein frágreiðing eisini skrivað til sosialu myndugleikarnar.