Útvarpið hevði í gjárskvøldi eina áhugaverda sending um ósemjuna og verkfallið á studentaskúlunum og HF-skeiðunum. Sjónarmiðini hjá formanninum í Yrkisfelagnum og hjá psykologinum Hera Kragesten vóru greið og álitisvekjandi hjá mær sum lærara at hoyra. Men tíverri kann eg ikki siga hetta um nakað av tí, sum Eilif Samuelsen førdi fram og gjørdi seg til talsmann fyri.
Lat meg fyrst siga, at eg í mínum naiviteti havi hildið, at landsstýrismaðurin í skúlamálum var okkara maður í Tinganesi, av tí einfaldu grund, at hann er hægsti myndugleikin í skúlaverkinum, sum studentaskúlarnir og HF-skeiðini jú eru ein partur av. Aftaná sendingina má eg siga, at tíverri er Eilif Samuelsen hægsti myndugleikin í skúlamálum, men hann er heilt týðiliga ikki okkara maður í Tinganesi. Tvørtur ímóti tykist hann at halda, at tað hevur størri týdning at spara pengar á skúlaøkinum enn at hava ein væl virkandi skúla, sum er á sama stigi sum líknandi skúlar í grannalondum okkara. Omaná at hann vísti seg at hava lítla fatan og virðing fyri undirvísingarumhvørvinum hjá okkum segði hann í tveimum førum beinleiðis ósatt.
Hann kann ikki skjóta Yrkisfelagnum í skógvarnar, at verkfallið í grundini snýr seg um at skaffa limunum í Yrkisfelagnum meiri arbeiði. Hetta er beinleiðis ósatt og haraftrat hent hjá landstýrismanninum, um hann ynskir at seta okkum í ringt ljós. Vit eru í verkfalli fyri at verja eitt sera týdningarmikið principp undir okkara arbeiðsumstøðum, sum er ikki at hava for nógvar næmingar í hvørjum klassa. Bara tí og ikki av nakrari aðrari grund streika vit.
Tá ið tosað varð um hølisumstøðurnar í okkara skúlum, segði landsstýrismaðurin, at umstøðurnar hjá okkum vóru í minsta lagi líka góðar sum í londunum uttan um okkum. Nú hopi eg ikki, at Eilif Samuelsen hevur sæð studentaskúlar í hinum Norðan-londunum, tí hevur hann tað, ja so sigur hann ósatt við vilja. Men hevur hann ikki orienterað seg, áðrenn hann í útvarpinum úttalar seg so avgjørt, kann eg ganga við til at siga, at hann sigur ósatt av óvart. Eg havi seinastu árini verið á fleiri studentaskúlum í Noregi, Svøríki og Danmark og kann fortelja, at skúlin í Hoydølum í øllum førum er langt langt undir einum miðalstandardi í nevndu londunum.
Sum sagt trúði eg, at landsstýrismaðurin í skúlamálum eisini var okkara maður í Tinganesi. Men tí trúgvi eg ikki longur. Nú er hann sjálvsagt eisini landsstýrismaður fyri aðrar skúlar. Hesa uppgávu røkir hann vónandi við størri ábyrgdarkenslu, tí ger hann ikki tað er tað avgjørt rætt av løgtinginum at vísa honum misálit.
Tórshavn 21/1- 98