Tankarnir leita aftur til minnini. Tey eru so mong, at torført er at velja burturúr. Vit komu at kenna teg, tá vit byrjaðu í fyrsta flokki í Kollafjarðar skúla. Skjótt gjørdust vit góðar vinkonur, og vinabondini hildu við.
Tú gjørdist mamma á sera ungum aldri, men hóast tað kláraði tú uppgávuna sera væl. Stutt eftir flutti tú í íbúð saman við lítlu familjuni. Har høvdu vit, vinkonurnar, nógvar góðar løtur saman. Væl dugdi tú eisini at gera mat. Kaffi og køkur var ikki spart burtur, tá vit komu at vitja.
Nøkur ár seinni kom aftur eitt lítið barn inn í myndina. Og lítla familjan bleiv eitt sindur størri. Vit beundraðu teg mangan, at tú hevði styrkina til at taka tær av tveimum børnum, tí tú vart so ung. Mangan var stríggið, men fyri teg virkaði alt so natúrligt og lætt.
Lagnan vildi tær tað tó øðrvísi. Tú skuldi ikki verða millum okkum meira enn tvey og tjúgu ár. Tá bleiv tú brádliga tikin frá okkum øllum uttan orsøk. Og vit standa spyrjandi eftir. Minnini um teg verða tó ongantíð tikin frá okkum. Tey goyma vit í hjørtum okkara.
Vit undra okkum yvir,
hvat einglarnir í himli hugsa,
tá teir møta einum nýggjum eingli!
Hvat hugsaðu teir,
tá tú komst upp til teirra?
So ung og lívsglað,
sum tú vart her niðri.
Ongin ivi um,
at teir sjálvandi tóku væl ímóti tær;
men tó, tú vart alt ov ung
til at siga farvæl til okkara verð.
Gud mundi tó hava eina meining við,
at tú skuldi verða eingil so tíðliga.
Men fyri okkum
er meiningin ring at finna í allari sorgini.
Vit vita tó,
at í himli er ongin pína,
og at tú hevur tað gott.
Hesum kunnu vit ugga okkum við.
Góða Evy, vit vita,
at tú av og á skoðar oman til okkara
í tínum hvíta einglabúna.
Og hesa mynd fara vit altíð
at varðveita í okkara huga.
Tú skalt vita,
at vit hugsa um teg
og minnast teg,
og at tú altíð fert at verða vinkona okkara.
????????????????????
Ása, Ásbjørg og Oddvør