Til teir umvendu

-

Fyrst av øllum fari eg at takka tykkum báðum, Hans Paula og Rolf, fyri áhugaverd svar. Haldi tó ikki, at eg fekk svar uppá tann einfalda spurningin eg setti tykkum. Uttanumtos og umberingar. Tað var nú heldur ikki væntandi. Áhugaverd eru svarini tó, tí tey lýsa eitt áhugavert tíðarskeið, tá enn broddur var í ungdóminum á politiska vígvøllinum. Satt at siga, so hevði eg altíð virðing fyri tykkara dirvi at leggja navn til alt tað, tit skrivaðu. Tann sami broddurin er nú tíverri horvin. Hvør, ið las úr skriftunum hjá Mao, og hvør las tær hjá Marx kann verða líkamikið. Merkiligt er tó, at tit finnast at Tjóðveldisflokkinum, tí hann skuldi vera so lítið vinstrahallur, samstundis sum tit siga, at meginparturin av teimum mest vinstrahallu finnast júst í hesum flokkinum.

Eg helt meg spyrja hampuliga og uttan at ákæra nakran, og tí er tað eitt sindur harmuligt, at Hans Pauli skírir meg bæði líkt og ólíkt. Hetta má sigast at verða blivið eitt keðiligt javnaðareyðkenni, men er kanska nakað hesir nýggju menninir hava drigið inn við sær. Hetta skyldast kanska fortíðina í Keypmannahavn, tá menn gingu í so nógvum bólkum, at neyðugt var at skjóta fyrst og spyrja aftaná.

Grundin til at eg spurdi var sera einføld. Í longri tíð hava fólk í Javnaðarflokkinum í skrift og talu brigdað mótstøðumonnum, at teir hava eina kommunistiska fortíð. Helt tað tí verða uppá pláss at vísa á, at hesir eisini funnust hjá teimum sjálvum. Tí skulu tit hava takk fyri svarini og ikki er neyðugt at skammast. Tak hattin av fyri tí Hans Pauli. Pláss skal verða fyri øllum í hesum kjakinum, sum nú er frammi. Stuttligt er tó at síggja, at meðan tit áður kappaðust um at verða longst til vinstru, so royna tit nú at ákæra hvørannan fyri at vera, og at hava verið kommunist.

Hvussu gongur annars við sosialismuni og sjálvstýrinum. Eru tit komnir nærri málinum, og halda tit flokk tykkara, Javnaðarflokkin, verða meira sosialistiskan nú, enn fyri tjúgu árum síðan. Hvussu sosialistiskt skal samfelagið gerast áðrenn tit loysa.

Vit eru ivaleyst samdir í mongum og serliga væl dámdi mær endan á greinini hjá Hans Paula.

Um fyrrverandi blaðfólk á kommunistiskum bløðum, sigur Dan R Petersen í einum svari til Árna Dahl. "... Og tað fer mær kalt niður eftir rygginum, tá ið blaðstjórin á kommunistablaðnum Fríu Føroyum skrivar um frælsi. Hann má hava etið fimmtumma."

Framin ella Fríu Føroyar, tað man ikki verða tann stóri munurin.

Men Hans Pauli sigur í eini grein í Sosialinum í 1998, um slíka skriving, sum hana hjá Dan: ".. at kjakið tá verður óreint og ósakligt, og tá verður roynt at fremja sína politisku søk við at dálka mótstøðumannin heldur enn at viðgera málið, sakina"

Lítið man verða at ivast í, at tað krevst at verða vítt til veggja í Javnaðarflokkinum. Mær tykir tað tó verða so vítt, at tit neyvan vita av hvørøðrum. Annars er stuttligt, at tit hava havt eina tillagingartíð uppá 28 ár, frá tí tit vunnu tykkum javnaðarfrelsuna, til tit alment komu úr skápinum.

Tað sigst at verða fáur, sum upplivdu fundirnar í Keypmannahavn fyri tjúgu - tredivu árum síðan, sum høvdu væntað at sæð Hans Paula, Rolf og Virgar D. fara hond í hond inn í nýggju øldina.


Manne Persson