Tað var gjáranáttina, at løgreglan fekk boð um eitt harðskapsmál í Havn. Talan var um tveir persónar sum á onkran hátt vóru farnir upp at táttast. Tað endaði við, at annar persónurin varð handtikin, og hin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vaktleiðarin á politistøðini segði í gjár, at annar persónur hevur verið fyri harðskapi, meðan hin tá sat í varðhaldi á politistøðini og skuldi avhoyrast seinni í gjár.
Tað endaði við, at hann varð framsettur í grundlógaravhoyring í gjár, har hann varð varðhaldsfongslaður í 14 dagar, meðan málið ímóti honum verður kannað nærri og fyrireikað til eitt rættarmál.
Talan var um ein mann í sekstiárunum.











