Løgreglan hevur stongt vegin á Kambsdali, tí at tekjan hevur rivið á Timburhandlinum á Kambsdali, sum liggur út ímóti landsvegnum.
Tað er KJ Hydraulik, sum brúkar bygningin. Sum skilst er tað niðari partur av tekini, sum hevur rivið, og tilfar frá tekjuni fýkur runt har á leiðini og liggur eisini á vegnum.
Har er ikki farandi út, so tað er ikki hugsingur um at bjarga nøkrum, sum støðan er beint nú. Tí eru boðini frá politinum til fólk um at halda seg innandura.
Sløkkiliðið í Fuglafirði hevur stong vegin við verkstaðið Bjarna Elisasen, so eingin kann taka nøkur óráð fyri.