Tín kukkur ella mín kukkur? Rúsevni, sálaravbjóðingar og óstýrilig børn

3. íkast til kjakið

Einaferð var tað ein maður, sum átti ein lítlan, reyðan árabát, sum hann var so sera góður við.

 

Har var tó eitt, sum nívdi mannin.

 

Hvørjaferð hann hugdi oman til bátin, var báturin fullur av sjógvi og var um at søkka.

 

Hvønn dag mátti maðurin tí oysa fyri at halda bátin á floti.

 

Sum dagarnir gingu, bleiv maðurin bæði móður og ørkymlaður, og hann keypti sær tí eina størri spann, so skjótari skuldi verða at oysa.

 

Ein vinur sá, hvussu maðurin dagliga stríddist við at oysa bát sín, og hann tók so hjartaliga synd í manninum. Vælmeinandi vinurin mælti honum til at keypa eina pumpu.

 

Pumpan munaði væl, og lagið batnaði eina tíð, men pumpan mátti nú eisini regluliga eftirhyggjast og haldast við líka.

 

Ein dagin, tá maðurin var umborð og pumpaði og oysti, kom ein eldri maður oman á keiina.

 

Sig mær góðin, spurdi gamli maðurin, nær hevur tú seinast kanna, um nøglan stendur í?

 

...............

 

Seinastu vikurnar hevur evnið “rúsevni og ung” aftur verið alment frammi.

 

Sosialurin umrøður rúsevni og vaksandi ADHD-heilivágssøluna í Føroyum, aðrir portalar umrøða rúsevni og rúsevnisdómar, og ein framstandandi vinnulívsmaður metir í miðlunum, at áleið 15 ungdómar kunnu koma burtur frá kukki, um ein Arena verður bygd.

 

Vælmeintar og góðar greinar, sum lýsa og viðgera atburð, uttan tó at ynskja ella megna at nerta orsøkirnar handan atburðin.

 

Ongantíð fyrr hava vit í Føroyum havt so nógvar hallir, tiltøk, tilboð og kappingar sum í dag.

 

Neyvan hava vit heldur havt meira politi, tollarar, upplýsing og viðgerðastovnar.

 

Tilgongdin av vælútbúnum hjálparfólkum, terapeutum, lærarum, pastorum, serfrøðingum, sálarfrøðingum og námsfrøðingum hevur eisini leingi verið góð.

 

Í Føroyum eru vit veruliga heppin, tí vit hava atgongd til fyrstafloks umstøður, jalig tiltøk og nógv hjartagóð fólk, sum leggja nógv fyri, og sum ynskja at gera ein mun.

 

Men hví so hesi hagtøl?

 

Hví afturvendandi umrøðan og greinar um rúsevni, órógv og misstrivnað í millum børn og ung?

 

Hvat um veruleikin er, at hetta ikki er ein mótsøgn, men ein sjálvfylgja?

 

At ein bátur - púra av sær sjálvum - tekur til at søkka, tá nøglan dettur úr?

 

Hvat um einki er “galið” við tí unga, sum rúsar seg í Føroyum í dag, men at hetta bert er ein avleiðing?

 

Lættliga og afturvendandi koma vit vaksnu til ta niðurstøðu, at tað er ungdómurin og børnini, sum eiga hendan kukkin.

 

Treyðugt vilja vit leita eftir samanhangum og orsøkum aðrastaðni.

 

Neyvan fara vit at viðurkenna, at tað nú aftur eru vit vaksnu, sum eru upp á spæl.

 

Hesaferð skulu vit forkelast við einari flottari Multi Arena.

 

Hvat tað so kann ávirka børn okkara, gruna vit minni um, tí ferðin má jú haldast, og sitrónin skal pressast.

 

Nógvir munagóðir og áhugaverdir møguleikar eru tó, um ynski okkara er at brúka 300 mill. til at lyfta og verja børn og ung í Føroyum.

 

Hvussu ovarlaga ein Multi Arena er á tí topp 100-listanum, kunnu vit hvør í sínum lagi meta um.

 

Jan Thomsen,

 

Oysari