Tingfólk rætta bakara fyri smið

Leggja Landsverk undir at vilja hækka tunnilsgjaldið í Norðoyar- og Vágatunlinum

Fleiri tingfólk hava undir viðgerðini av innkomuvegnum til Havnar og Fámjinstunnilin, sum hevur verið á tingi í dag, nevnt eitt »uppskot frá Landsverki« um at seta eitt gjald upp á 70 krónur fyri at koyra hvønn vegin í øllum undirsjóvartunlum.

 

Hetta »uppskotið« verður skotið niður av øllum pørtum.

 

Men talan er als ikki um eitt slíkt uppskot frá Landsverki. Landsverk hevur gjørt ein bókling við forkanningum í sambandi við Suðuroyartunnilin. Har verður víst á ymiskt, eitt nú, hvussu ein tunnil kann fíggjast. Fleiri politikarar hava áður tosað um eitt samhaldsfast gjald og um at leggja allar tunlar í sama felag og um eitt felags gjald.

 

Lansverk vísir í bóklinginum á, at um so var, at tað skuldi verið sama gjald fyri allar tunlar fyri at fíggja samlaðu lánsskuldina, so hevði gjaldið verði 67 krónur hvønn vegin í øllum tunlum.

 

Men tað er ikki eitt uppskot, men ein kunning, sum helst sigur øllum politikarum, at tað ber ikki til.

 

Landsverk skrivar soleiðis í frágreðingini (síða 45):

 

Nú verður hugt nærri at, hvussu tunnilsfeløg kunnu setast saman. Tað merkir, at hugt t.d. verður eftir, hvørji viðurskifi gera seg galdandi, um Suðuroyartunnilin verður fíggjaður sum eitt einstakt partafelag, og hvørji viðurskifti gera seg galdandi, um ein samhaldsfastari loysn verður vald, har allir undirsjóvartunlarnir eru savnaðir undir einum móðurfelag (t.e. holdingfelag).

 

Í talvu 16 sæst, at um ferðslan í øllum tunlunum, harav bert Eysturoyar-, Sandoyar- og Suðuroyartunnilin enn hava lánsskuld, so var miðalbummgjaldið fyri allar tunlarnar kr. 67 hvønn vegin.

 

##med2##

 

Við øðrum orðum merkir hetta, at teir útgoldnu tunlarnir vóru við til at gjalda teir nýggju tunlarnar.

 

Men sum áður víst, so er økt brúkaragjald sum oftast við til at avmarka brúkaraágóðan – serliga tá eitt brúkaragjald ikki rakar ítøkiliga brúkaran, ella tá ið brúkarin er prísviðkvæmur.

 

Ein annar hugsaður møguleiki kundi tískil verið, at gjaldið fyri verandi tunlar var óbroytt og bert yvirskotið fíggjaði nýggju tunlarnar.

 

Trupulleikin við hesum er, at yvirskotið fyri Vága- og Norðoyatunnilin bert er umleið 7-8 mió. kr. árliga og hevði tí ikki gjørt nakran veruligan mun.