JØKULFELL KANNINGIN
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað hevur einki verið at hoyrt til hansara, síðani kanningin í Jøkufell málinum varð almenn. Hann hevur verið langt av landi skotin. Tað er hann ikki longur, og Tórbjørn Jacobsen, sum reisti fyrispurningin um Jøkulfell bjargingina, ætlar sær ikki at sleppa málinum, nú kanningin hjá Norsk Veritas er komin.
- Eg havi einki at siga til sjálva kanningina. Hon er ein teknisk lýsing av tí, sum gekk fyri seg, og eg havi fult álit á henni. Men í politiska partinum av hesum málinum hongur nógv framvegis í leysari luft, og tað vil eg hava greiðu á, sigur Tórbjørn Jacbsen, og hann heldur fram:
- Upprunin til kanningina var fyrispurningurin og orðaskiftið, sum var í sambandi við fyrispurningin. Øll minnast, at landsstýrismaðurin segði seg vera nøgdan við internu evalueringina, sum MRCC støðin hevði gjørt beint eftir feigdardagin. Eg reisti fyrispurningn, eftir at eg hevði fingið fleiri anonym tip, sum søgdur mær, at alt hevði ikki ruggað rætt. Tað var ikki fyrrenn landsstýrismaðurin var komin heilt illa fyri í orðaskiftinum og við hóttanini um misálit hangandi yvir sær, at hann - eftir ráðum frá løgmanni - fór á pallin og líka sum gekk í seg sjálvan og boðaði frá, at nú skuldi málið kannast.
-Er tann kanningin so ikki nøktandi?
- Hon er ikki politiskt viðgjørd. Eg haldi, at tingið ger seg til láturs, um tingið ikki sigur sína meining um politiska leikin í hesum. Sum málið vendir í løtuni, so eru tað landsstýrismaðurin og løgmaður, sum hava sagt sína meining. Landsstýrismaðurin vildi ikki hava aðra kanning enn hana, sum stovnurin hevði gjørt av sær sjálvum, og arbeiðsgevarin hjá honum setti honum ikki onnur krøv.
-Hvat er so eftir at kanna?
- Politiska handfaringin av málinum. Hvat vistu landsstýrismaðurin og arbeiðsgevarin hjá honum frá tí, at Jøkulfell sakk og bjargingin var so illa handfarin, og bóru teir tinginum allar upplýsingarnar, sum teir lógu inni við, tá ið fyrispurningurin varð viðgjørdur. Tað er nógv í hesum, sum kundi mint um Jørgen Niclasen málið og kanska um, tá ið Poul Schlüther á sinni segði um Tamilmálið, at alt var komið fram, og at einki var skumpað inn undir gólvteppið.
-Samanberingarnar kundu bent á, at tú vilt hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at fara frá?
- Eg havi ongar ætlanir um at fáa nakran frá. Tað, sum eg vil, er, at álitið á politisku skipanina verður tryggjað. Tað er uppgávan hjá parlamentinum, sum syrgdi fyri, at kanningin varð sett í verk. Talan er um sera álvarsligt og prinsippielt mál. Umdømið hjá Føroyum í altjóða samfelagnum stendur upp á spæl, og løgtingið má syrgja fyri, at tað verður vart ella endurreist, um tað er neyðugt. Eg veit ikki, um tað er neyðugt at seta kanningarstjóra, ella um landsstýrismálanevndin nú eigur at viðgera málið, sum teir parkeraðu, tá ið Norsk Veritas fór at kanna málið. Sjálvur hevði eg hildið, at tað í fyrstu atløgu hevði verið best, um vit høvdu amboðið, sum teir til dømis hava í Danmark, har tað ber til at kalla ministaran í samráð í nevnd og harvið, at parlamentið hevur møguleika at konfrontera, lurta eftir og taka støðu til tað, sum útinnandi valdið hevur at siga. Henda møguleikan hava vit ikki hjá okkum. Men tað kann ikki vera orsøk til, at tingið setur seg út av spælinum og letur útinnandi valdið gera lagnuna av hjá máli, sum løgtingið hevur trýst ígjøgnum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum heldur eisini, at hetta er enn eitt skúladømi um, hvussu sera óheppið tað er, at løgtingið við tí skipan, sum nú er galdandi, hevur sett seg púra út av spælinum frá tí, at tingið kring flaggdagin fer til hús, og inntil eftir ólavsøku.
- Hetta má okkurt gerast við. Men í fyrstu atløgu snýr tað seg um at verja Føroyar og politisku skipanina í Jøkulfell málinum, og eg ætli mær ikki bara at lata hetta málið fara aftur við borðinum, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum í gjárkvøldið skuldi koma aftur til Føroya.
Løgtingið verður sett ólavsøkudag. Tá fer løgmaður at halda sína røðu. Í døgunum eftir ólavsøku skal røðan viðgerast, og tað tykist sum Tórbjørn Jacobsen ætlar sær á ein ella annan hátt at taka Jøkulfell málið uppaftur.