Tingkvinna fregnast um asfaltering í Fugloy

Tingkvinna vil hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við vegnum millum Hattarvík og Kirkju

 

Tað er Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Una Rasmussen, løgtingsmanni, ein grein 52 fyrispurning um málið. Hon vil hava at vita, hvørjar ætlanir eru um at asfaltera vegin millum Hattarvík og Kirkju. Hon spyr eisini, hvørjar ætlanir eru um at gera nýggja bilverju á vegnum millum Hattarvík og Kirkju. Og so vil hon eisini hava at vita, hvørjar ætlanir eru um at bøta um lendingina í Hattarvík og á Kirkju.

Løgtingskvinna vísir í viðmerkingum til spurningin á, at vegurin millum Hattarvík og Kirkju er illa farin og treingir til ábøtur.

– Í støðum er bilverjan eisini burtur, tí hon er illa farin. Talan er bara um einar fimm kilometrar, og tí átti ikki at verið so kostnaðarmikið at asfalterað og gjørt bilverjuna aftur, vísir tingkvinnan á. 

 

##med2##

Hon sigur eisini, at á fíggjarlógini er peningur fleiri ferðir játtaður til lendingina og havnarlagið í Svínoynni, og tí er áhugavert at vita, hvat fer at verða gjørt í Fugloynni, sigur Beinta Løwe Jacobsen. 

Landsstýrismaðurin hevur 14 dagar at svara spurninginum.