Tingfundur og mótmælisfundur klokkan 10

Klokkan 10 í morgun verður tingfundur, har málið hjá Helga Abrahamsen um at fáa ávísar pedagogar í Almannaverkinum aftur til arbeiðis verður til viðgerðar

Talan er um løgtingsmál nummar 143, »Uppskot til Løgtingslóg um at leingja sáttmálarnar millum øðrumegin Føroya Pedagogfelag og hinumegin Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri ávís størv undir Almannaverkinum o.a.«

 

Tað verður eingin atkvøðugreiðsla í tinginum, tí talan er um fyrstu viðgerð. Men tað verður uttan iva eitt langt og drúgv og helst eisini hart orðaskifti, sum fer at standa í millum samgongu og andstøðu, sum eru ósamd um, hvørt tað er rætt av Løgtinginum at leggja upp í verkfallið so skjótt.

 

Samstundis sum tingfundurin er verður eisini ein stór mótmælisgonga á Vaglinum í Havn. Tað er foreldur og avvarðandi at børnum, ungum og vaksnum á dagstovnum, fríðtíðarskúlum og stovnum undir Almannaverkinum, sum vilja vísa, at tey stuðla Pedagogfelagnum í krøvunum um at fáa betri umstøður.

 

Mótmælisgongan gongur undir herrópinum, »Vit krevja raðfesting og virðing av námsfrøðiliga økinum«.

 

Tey siga, at tað má ásetast við lóg, hvussu nógvir pedagogar skulu vera á hvørjum dagstovni, alt eftir barnatalinum. Tey halda, at tað er so strævið at tey ikki at hava ordiligar arbeiðsumstøður, og tá ið samanumkemur, rakar tað børnini og tey við serligum tørvi.

 

Tórshavnar býráð hevur boðað frá, at í sambandi við mótmælisgonguna verða Vaglið og Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, stongt fyri allari ferðslu.