Tipsblaðið: Hetta er nýggi venjarin hjá HB

Mynd: (OB.dk)

Tipsblaðið skrivar í dag, at Kim Engstrøm helst verður nýggjur venjari hjá HB

 

 

 

Sum In.fo skrivaði í gjár, so er HB í løtuni í samráðingum við venjaran, sum skal taka við eftir at samstarvið við Kevin Schindler er endað, tí hann ikki fær neyðugu venjaraloyvini upp á pláss.

 

 

 

Tipsblaðið skrivar í dag, og er siterað á bolt.fo, at venjarin, ið HB er í samráðingum við, er Kim Engstrøm. 42 ára gamli danskarin hevur síðani 2016 verið U19-venjari hjá OB.

 

 

 

Tipsblaðið skrivar eisini, at tað gongur væl við samráðingunum, og tí verður tað væntandi Kim Engstrøm, ið verður nýggjur venjari hjá HB. Hann er triði danski venjarin hjá HB seinastu árini. Undan honum hava Jens Berthel Askou og Jonas Dal Andersen verið venjarar hjá HB.

 

Mynd: (OB.dk)