Útisjónleikur

Stórur útisjónleikur verður leiktur gjøgnum Miðvágs bygd sunnudagin 17 juli.

Sunnudagin á Vestanstevnu verður stórur útileikur leiktur gjøgnum Miðvágs bygd. Byrja verður kl.15.00 á vágni og lagt verður at landi úti við bátahylin. Leiðin gongur framvið Jansagerði, síðan longur heim í bygdina, yvir á tað sum tey kallað "Pallin" og Pálsgróthús. Hesin partur av leikinum kemur at snúgva seg um tí navnframu illu Beintu og prestin Peder Arrheboe.
Á brúnni við politistøðina verður leikurin Bukkubrúsar leiktur, áðrenn leiðin gongur oman til Beitishúsini, heimið hjá Mikkjal á Ryggi. Við Beitishúsini verður ymiskt sum hevur tilknýtið til Mikkjal á Ryggi tikið fram.
Frá Beitishúsunum verður fólkið leitt oman í Kirkjar og til viðalundina. Í viðalundini verða bæði kongshjún, riddarir og prinsur, og verður her verður eisini tað stóra slagið um prinsessuna.
Frá viðalundini verður farið oman á fótbóltsplenuna at royna at sparka "steinfótbólt", men fáa leikararnir góða hjálp uttanífrá.
Leikurin endar við onkrum sera spennandi niðri á sandinum.
Nógv fólk úr allari oynni verða við í leikinum, men eisini koma fólk aðrastaðni úr landinum at spæla við. Tað er Marjun í Kálvalíð, sum saman við øðrum góðum sjónleikarum stendur fyri uppsetan av leikinum.