Tit røra hvørki Skansan ella Tinganes

Tað er tekin um, at menningin innan ferðaskipaferðsluna ikki er tikin í nóg stórum álvara, at embætismenn og politikarar í Tórshavnar Býráð eru farnir at tosa um at sprongja burtur av Skansanum og sjálvum Tinganesi.

Hesar ætlanir koma undan kavi, tí at tvey stór ferðamannaskip skula hava regluliga sigling upp á Havnina. Tosið um at sprongja sær pláss til skip og bilar bendir á, at fóturin verður ov stórur til skógvin.
Mær líkar ikki, at meiri dynamitt verður brúkt til at sprongja burtur av Skansanum, og mær líkar als ikki, at menn fara at nálgast upp at sjálvum Tinganesi við dynamitti og perlum.
Skansin og Tinganes eru givnar fortreytir í Tórshavnar Havn, og tað eiga bæði teknikarar og politikarar at virða. Í mínum hjarta eru tey bæði at meta sum halgidómar fyri býin.
Málið um, hvussu umstøðurnar verða, nú ein stór "Norrøna" metsum dagliga og ein stórur "Smyril" fleiri ferðir dagliga skula inn í Tórshavnar Havn, hevur ikki fingið ta viðgerð, sum eitt so stórt álvarsmál eigur at fáa í einum býráð.
Fyri mær at vísa seg hevur havnarnevndin mestsum ligið omaná hesum málinum. Onkur slintra er stundum tveitt fyri teknisku nevnd og onkur onnur fyri byggi- og býarskipanarnevndina, men ongantíð hevur borið býráðnum sum heild til at fingið eitt samlað tilmæli og enn minni eina samlaða frágreiðing.
Skal ikki siga, at ikki onkur alibifundur er hildin til tess at halda ringasta áganginum frá hurðini, men tað hevur ikki verið í kompententum organum.
Vit hava frætt, at menn hava verið til siglingarroyndir í einum modelbrunni í Keypmannahavn og til ferðslusimulering í Hørsholm. Slíkar royndir geva góð og vánalig úrslit alt eftir, hvat tú fóðrar tólini við.
Vit hava skilt, at tær royndir, sum hava verið gjørdar at byggja saman við Smyril Line, Strandferðsluni og landinum, eru allar dotnar fyri bakka.
Og vit eru í hesum døgum vitni til, at myndugleikar og stovnar hvør eftir annan standa fram og siga, at hetta er ikki nóg gott, sum gjørt verður í Tórshavnar Havn, nú so stórar ferjur skula sigla upp á Havnina.
Undir slíkum umstøðum er tað ikki meir enn rímuligt, at býráðslimir, sum kenna seg ótryggar við ætlanirnar, gera vart við seg og vilja hava eina djúptøkna frágreiðing og viðgerð í sjálvum býráðnum.
Vit skula vónandi framvegis liva og virka væl í Havn - eisini eftir at tey stóru skipini eru komin.
Og vit noyðast at leggja nógv meiri dent á planlegging av havnarbygging aðrastaðni í kommununi, enn júst inni í tronganum kring vágirnar í Havn.
Kaldbaksfjørður og Kollafjørður eru væl ikki bara til pynt.