Tit skulu ikki brúka pengar sum tit ikki eiga

Tey heita á politikararnar um at ansa eftir, hvørji valevni tey geva

Valstríðið upp undir løgtingsvalið er í hæddini og teir politisku flokkarnir hava lagt sínar valskráir fram. Valevni og áhugabólkar hava eisini boðað frá, hvørji hjartamál tey eru.

 

– Ynskini eru mong, og lyftini uppaftur fleiri, helst fleiri enn nakrantíð, staðfestir Kommunufelagið. Men tey leggja afturat, at tíverri snúgva summi valevni seg um at fara í kassan hjá kommununum eftir pengum.

 

Tey vísa á, at nógv vallyftunum hava stóra ávirkan á kommunurnar. Úr rúgvuni kunnu nevnast lættar og tilskot av ymiskum slagi, spurningurin um starvsfólkatal á á eldrabýlum og dagstovnum, at tænastan skal vera góð um alt landið, umframt styttri arbeiðsvika, fyrireikingartíð og so framvegis.

 

Í fleiri førum verðu lagt upp til, at Løgtingið skal taka avgerðir í málum, sum kommunurnar umsita, eisini niður í smálutir.

 

– Í nógvum førum er talan um vallyfti, sum hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunukassarnar, sigur Kommunufelagið.

 

Tey staðfesta, at kommunurnar eru fyrst og fremst fíggjaðar av persónsskatti. Økjast útreiðslurnar munandi, verður neyðugt at hækka kommunuskattin.

 

– Hetta merkir skattahækking til allar arbeiðandi føroyingar, sigur felagið.

 

– Komandi árini fara stórar demografiskar broytingar at fara fram í føroyska samfelagnum, og hesar fara at leggja stórt trýst á vælferðina hjá føroyingum. Samstundis eru útlitini í heimsbúskapinum í løtuni døpur. 

 

– Kommunufelagið heitir á politisku flokkarnar, og valevnini, at hugsa um hesi viðurskifti og koma við heildarloysnum, sum leggja upp fyri bæði inntøkum og útreiðslum, heldur enn bert at koma við uppskotum, sum minka um inntøkurnar – og sostatt økja um útreiðslurnar hjá kommununum og almennu kassunum annars, sigur Kommunufelagið.