Tjóðveldi brúkar summarið at seta seg inn í kanningina

BYGGIGØLA Tjóðveldi fer at brúka summarið at seta seg inn í kanningina um Skúladepilin í Suðuroy

Tjóðveldi fer seinni í summar at taka støðu til, um flokkurin skal gera meiri við kanningina, sum kom nú um dagarnar um Skúladepilin í Suðuroy.
Flokkurin hevur umrøtt kanningina, men fer at brúka summarið til at trálesa hana, sigur Sirið Stenberg, næstforkvinna í flokkinum.
Hon sigur, at tá ið Løgtingið so kemur saman aftur, fer flokkurin at taka støðu til um málið skal reisast í Løgtinginum ella ikki.
Sirið Stenberg dugir ikki at siga um nakað hendir, tí tað er ivingarsamt, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa.
- Nógv av teimum, sum sótu við ábyrgdini tá, sita ikki við ábyrgdini longur, sita ikki við ábyrgdini longur, so tað er ivingarsamt, hvørjar avleiðingar, talan kann verða um
- Men helst skuldu vit lært av hesum málinum, so at vit ikki enda í somu støðu einaferð afturat.
- Seinastu árini hava vit dømi um almenn byggimál, sum hava gingið illa og nú standa vit fyri Skúladeplinum í Marknagili, sum verður størsta byggimál í Føroya søgu.
- Vónandi kunnu vit brúka hesa kanningina til at fyribyrgja, at vit koma í hesa støðuba einaferð afturat, sigur Sirið Stenberg.

Ger onki
Sirið Stenberg er eisini forkvinna í landsstýrismálanevndini og nevndin hevur eisini umrøtt kanningina.
Men tað er greitt, at hetta er ikki eitt mál fyri landsstýrismálanevndina.
- Tá ið ein kanningarstjóri hevur kannað eitt mál, er tað kannað betri enn landsstýrismálanevndin hevur kannað tað, tí ein kanningarstjóri hevur víðari heimildir.
- Alt málið er lýst og tískil er tað ikki eitt mál fyri landsstýrismálanevndina.
Einasti spurningur er, um hetta fær eitt politiskt eftirspæl. Men skal tað vera, má tað verða ein ella fleiri tinglimir ella onkur politiskur flokkur, sum reisur málið, sigur Sirið Stenberg.