Tað nýggja er sjálvsagt tað, at frá at Høgni Hoydal í alt summar hevur sagt, at hetta var eitt persónsmál, sum ikki skuldi viðgerast av flokkinum, so hava bæði aðalstjórn floksins og tingmanningin viðgjørt spurningin. Eg hugsi ikki, at nakar annar flokkur hevur givið hesum máli so drúgva viðgerð sum júst Tjóðveldisflokkurin.
Niðurstøðan er tó hon, sum allir føroyingar høvdu væntað. Teir taka støðuna til eftirtektar, yppa øksl og siga seg kunna liva við støðuni, sum hon er. Sostatt ger Tjóðveldisflokkurin einki við málið um løgmann og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sum annars eru lagdir undir ikki at kenna mun á sínum egna og tí, sum onnur eiga.
Eg kann vera samdur við Heina O. Heinesen so langt, at tað er ikki okkara borð at taka dagar ímillum, um skuldsetingarnar eru rættar ella skeivar. Tað er ikki okkara borð at døma ella fríkenna. Men hin vegin, so mugu vit hava eina støðu til, at landsins hægsta politiska starv er skuldsett og harumframt starvið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Vit eru politikkarar, og tí varða vit av politisku skipanini og hennara umdømi.
Heini O. Heinesen snarar málið 180 stig og sigur, at teir fara ikki at geva Torbirni Jacobsen munnkurv ella líknandi. Men tað er als ikki tað, sum málið snýr seg um. Málið snýr seg um, um vit kunnu liva við, at skuldsetingarnar eru settar fram og enn hanga enn i luftini, tí eingin partur í sakini hevur rørt hond frá síðu. Løgmaður og Jørgin Niclasen hava ikki reist sak um ærumeiðing, sum annars hvør einasti hampamaður hevði gjørt uttan himpr. Og tann, sum setti skuldsetingarnar fram, tegur nú og krógvar seg burtur. »The answers are blowing in the wind,« sum Tobbi hevði viljað sagt, tá hann enn var maður fyri sitt orð.
Og stuttligt verður, tá Høgni Hoydal fer at ferðast land og ríkið runt, nú hann hevur fingið sítt egna løgmálaráð, har hann fer at tosa um reinleika og rættartrygd í landinium. Sum orðatakið sigur: »Ofta etur hundur tað, ið hann havnar, og ketta tað, hon spýr.«
Men júst við at taka ta støðu, sum Tjóðveldisflokkurin hevur tikið, so er málið goymt burtur fyri well. Tykkara støða ger, at samgongumeirilutin velur samgonguna fram um, at eitt nú løgtingið kemur til orðanna í málinum. Tykkara støða ger, at andstøðan einki fær gjørt. Tykkara støða er at verja løgmann og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, ja stutt sagt allan Fólkaflokkin. Tað er so eitt val, sum vit aðrir mugu taka til eftirtektar. Tit seta kikaran fyri blinda eygað og velja at liva við skuldsetingunum, sum eingin stjórnarlimur í vesturheiminum hevði kunna ella vilja livað við.
So tá aðalstjórnin og tingmanningin hava tikið hasa støðuna, so hava tit ikki bert tikið eina innanfloksstøðu, men tit hava eisini tikið støðu fyri, at eingin annar kann gera nakað. Tit vóru lykilin til eina politiska viðgerð, men tit hava læst av og velja at fasthalda maktina.
Tykkara støða er seinasta orðið í hesi annars spennandi summarkrimisøgu.