KÍF-Tjaldur 33-26 (14-10)
Tað er altíð vandamikið at seta eina yvirskrift sum hesa, tá tað framvegis resta fimm dystir í kappingini, men eftir at KÍF mikukvøldið vann 33-26 á Tjaldrinum, kann tað bert staðfestast, at tað nú skal eitt megnartak til, um Tjaldrið skal varðveita liðið hjá sær í bestu deildini.
Tað hevur ofta fyrr verið ført fram, at Tjaldrið hevur verið nær við at fingið stig, og at fyrsti sigurin ivaleyst fer at koma fyrr ella seinni. Men nú fer at líða móti endanum, og úrslitið í Vestmanna mikukvøldið merkir, at tað eru seks stig frá næstniðasta liðnum, sum er KÍF, og niður á botn. Tá tað so samstundis bert eru tíggju stig eftir at spæla um hjá hesum báðum liðunum, bendir alt á, at endurstovnaða hondbóltsfelagið í Runavík noyðist niður í 2. deild at venda.
Dysturin mikukvøldið byrjaði rættiliga javnt, men eftir at Tjaldrið hevði lítla leiðslu fyrstu tíggju minuttirnar, kom KÍF rættiliga væl við og fór til hálvleiks við eini leiðslu upp á 14-10. Og í seinna hálvleiki varð allur ivi beindur til viks rættiliga tíðliga, tá kollfirðingar øktu til 17-10 og 22-13.
Serliga Allan Mørkøre hevði ein góðan dag og skeyt 11 mál, og Eddie Joensen fekk 9. Jens Martin Knudsen skeyt eisini 9 mál fyri Tjaldrið.