Tjaldrið hevur vunnið fyrsta FM í 49 ár

Kappróður: Kvinnumanningin á Glyvrum vann FM bæði í 1972, tá ið tað fyri síðstu ferð varð kappast eftir gamla leistinum og aftur í 1973, sum var fyrsta árið, at tað var kappast eftir kenda leistinum

Tað hevur av álvara vakt ans á eystara armi á Skálafjørðinum, at Tjaldrið við kvinnum hevur staðið seg vo væl í ár, at FM heitið longu undan ólavsøku er komið innanborða. Hetta er fyrsta ferðin í 49 ár, at kvinnurnar á Tjaldrinum hava vunnið FM. Tjaldrið hevur vunnið FM við dreingjamanning fleiri ferðir, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappingar eftir tí leistinum, sum framvegis er galdandi.

 

Kvinnurnar á Tjaldrinum hava bara vunnið FM einaferð øll hesi árini. Tað var fyrsta árið, at tað varð kappast soleiðis, at allar stevnurnar taldu við. Vinnarin á stevnum og søkum vann 7 stig, nummar tvey vann 5 stig, nummar trý 4 stig og so víðari. Seinni er hetta broytt, so nummar tvey nú fær 6 stig, nummar trý 5 stig og so víðari.

 

Ein av teimum, sum í 1973 var við til at vinna FM við Tjaldrinum, var Hanna Einarsson úr Rituvík. Hon er gift Nielsen og býr í Saltangará. Hon sigur soleiðis:

 

-Vit vóru fleiri, sum róðu í nøkur ár. Á varmakeldu í Fuglafirði í 1969 vunnu vit fyri fyrstu ferð ein róður. Tá vóru vit í kapping við Fípuna Føgru og Royndina Fríðu. Tá varð kappast um FM í einum róðri, sum var eftir ólavsøku. Í 1972 varð kappast inni í Skálafirði, og tá vunnu vit. Og so var tað í 1973, at vit vunnu FM eftir nýggju skipanini. Vit kappaðust tað árið við Sílið, og tað var avgerandi fyri føroyameistaraheitið, hvør av okkum var fremri í ólavsøkuróðrinum, og vit vunnu bæði ólavsøkuróðurin og føroyameistaraheitið, greiðir Hanna Einarsson Nielsen frá.

 

Hagtølini siga, at undan ólavsøku í 1973 stóð tað á jøvnum. Bæði Sílið og Tjaldrið høvdu 24 stig. Á ólavsøku vann Tjaldrið, og Sílið var næstfremst. Tí varð Tjaldrið føroyameistari við 31 stigum, og Sílið endaði á øðrum plássi við 29 stigum.

 

Næstsíðsta leygardag tryggjaði Tjaldrið við kvinnum sær fyrsta FM heitið í 49 ár. Tað var øgiligur rómur, tá ið tær komu til hús aftur. Manningin er úr báðum kommununum ytri á eystari armi á Skálafjørðinum, og bátur og manning bæði hoyrdust og sóust í bygdunum í góðveðrinum hetta leygarkvøldið.