Tjaldrið setti flott punktum

5-mannafør kvinnur: Kappingin um næstfremsta plássið var øgiliga stór

Kappróðrarárið 2022 er av. Síðsti róðurin var kappingin millum 5-mannafør við kvinnum. Tað var fín og vøkur kapping. FM favorittarnir umborð á Tjaldrinum vunnu við einari lítlari bátslongd. Hetta var fyrsti FM sigurin hjá Tjaldrinum í 49 ár, og hetta var fyrsta ferðin í 49 ár – síðani 1973 – at Tjaldrið við kvinnum hevur vunnið á ólavsøku.

 

Fyrra partin av teininum var tað rættiliga tætt. Fípan Fagra úr Klaksvík legði seg á odda, men Tjaldrið var skjótt at svara aftur, og tá ið hálvur teinurin var rógvin, var Tjaldrið á odda.

 

Leikalind úr Eysturkommunu helt seg eisini framat, og í endaspurtinum eydnaðist tað Leikalind at fáa stavnin framum Fípuna Føgru. Svanur var leingi við í kappingini um fremstu plássini og endaði á fjórða plássi.

 

Hóast hann endaði á fimta plássi í dag, so endaði Blikur í FM kappingini á bronsuplássi við 34 stigum – eitt stig aftanfyri Leikalind, sum í dag vann silvurkrónur og smoygdi sær framvið Bliki í FM kappingini.

 

-

 

1Tjaldrið (NSÍ)04:44.12
2Leikalind (Tindur)04:46.05
3Fípan Fagra (KRF)04:46.10
4Svanur (Skála)04:47.09
5Blikur (AR)04:49.11
6Drekin (HR)04:49.12
7Teistin (AR)04:50.46
8Royndin Fríða (VK)04:52.47
9Erla Kongsdóttir (ÍF)05:01.25
10Frúgvin (MR)05:05.21

 

stavnur.fo

 

-

 

FM úrslitið

 

1Tjaldrið (NSÍ)48
2Leikalind (Tindur)35
3Blikur (AR)34
4Svanur (Skála)27
5Fípan Fagra (KRF)22
6Drekin (HR)16
7Teistin (AR)14
8Royndin Fríða (VK)0
9Erla Kongsdóttir (ÍF)0
10Frúgvin (MR)0