Tjaldur er nú oddalið

Við sigri á Kyndli í gjár hava kvinnurnar hjá Tjaldri laft seg á fremsta plássið í Sunset-deildini

Hondbóltur

 

Tað kann væl vera, at Stjørnan aftur vinnur seg á oddasessin, tá tær um vikuskiftið spæla heimadyst móti Neistanum.

Men við sigrinum á Kyndli í gjárkvøldið hevur Tjaldur sett seg á oddasessin, og tað markerar enn einaferð, at uppflytararnir veruliga hava stórar ætlanir í vetur.

 

Vunnu seinna hálvleik

Í gjár var tó ikki alla tíðina so greitt, hvønn vegin tað skuldi bera. Fyri steðgin var Kyndil væl og virðiliga við í dystinum, og Tjaldur fekk sjáldan leysar teymar til at gera nakað sum helst.

Men hetta vendi fullkomuliga eftir steðgin. Tjaldur vann seinna hálvleik somikið greitt sum 10-4, og seinastu 20 minuttirnar av dystinum fekk heimaliðið bara tvey mál.

Sum ikki einaferð, so vóru tað útlendsku spælararnir hjá Tjaldri, sum ginu á odda við málskjótingini. Við Alinu Olaru og Adinu Petrea hevur Tjaldur tveir skjúttar av format, sum væl kunnu gera lívið trupult fyri allar verjur í landinum. Hinvegin er stóri spurningurin, hvussu breiddin í álopinum er, um hesar báðar verða steðgaðar.

 

Fakta um dystin

Kyndil-Tjaldur 15-22 (11-12)

10 min: 3-5

20 min: 9-8

40 min: 13-14

50 min: 13-18

Málskjúttar

Kyndil: Jacklin Durhuus 7(2), Marina Zilko 3, Halla Midjord 2, Rakul N. Joensen 2, Linda Johannesen 1

Tjaldur: Adina Petrea 8(1), Alina Olaru 6, Annika Thomsen 3, Jóhanna í Króki 2, Mary-Ann Isaksen 1, Benadikta Johannesen 1, Heidi Sevdal 1

Brotskøst: Kyndil 3, Tjaldur 1

Útvísingar: Kyndil 4, Tjaldur 2

Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen