Tjóðartingsval í Ísrael 1. november

Tjóðartingið er upployst, og Yair Lapid skal leiða fyribilsstjórnina. Benjamin Netanyahu er bjartskygdur

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftalli Bennet, boðaði fyri 10 døgum síðani frá, at hann fer at upploysa tjóðartingið Knesset og at leggja frá sær. Ísraelska tjóðartingið samtykti í morgun, at tjóðartingsval verður 1. november 2022. - Foto: Ilia Yefimovich/Ritzau Scanpix

Ísraelska tjóðartingið hevur í dag samtykt, at tjóðartingsval verður 1. november 2022.

Eftir atkvøðugreiðsluna var tjóðartingið upployst.

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennet, segði fyri tíggju døgum síðani, at hann ætlaði at upploysa tjóðartingið Knesset og at hann fór at leggja frá sær.

Valið í november verður fimta valið í Ísrael upp á færri enn fýra ár, og stór politisk óvissa er í landinum – millum annað vegna støðugt hækkandi prísirnar og spenningar kring altjóða royndirnar at fáa eina nýggja kjarnorkuavtalu við Iran.

Bennet hevur sagt, at hann ikki stillar upp til næsta val, men hann heldur fast um støðu sína sum alternativur forsætisráðharri, tá samgongufelagi hansra, Yari Lapid, tekur yvir leiðsluna av fyribilsstjórnini.

Bennet tók stigið til at upploysa tjóðartingið í síðstu viku, eftir at fleiri politikarar høvdu tikið stuðul sín aftur til samgonguna. Tilsamans átta flokkar gingu síðsta summar saman um at skipa eina stjórn við einum teprum meiriluta upp á 61 tingsessir í tjóðartinginum við 120 limum aftan fyri seg.

Ein stjórnarkreppa stóðst av eini lóg um tær umleið 450.000 búsetingarnar á Vestara áarbakka, sum Ísrael hevur hersett. Lógin, sum javnan kemur til atkvøðugreiðslu, er ikki endurnýggjað, og tað hevur skapt politisku støðuna.

Hetta hevur millum annað fingið Benjamin Netanyahu til síggja ljóst upp á tað og ein veg úr leiklutinum sum andstøðuleiðari. 72 ára gamli Netanyahu, sum í mong ár hevur verið forsætisráðharri í Ísrael, hevur møguleikan nú aftur at royna eftir forsætisráðharrasessinum.

Høgratjóðskaparsinnaði flokkurin hjá Netanyahu er best umtóktur millum veljararnar, men hann fær sambært meinginarkanningum helst ikki meiriluta.

/ritzau/Reuters

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftalli Bennet, boðaði fyri 10 døgum síðani frá, at hann fer at upploysa tjóðartingið Knesset og at leggja frá sær. Ísraelska tjóðartingið samtykti í morgun, at tjóðartingsval verður 1. november 2022. - Foto: Ilia Yefimovich/Ritzau Scanpix