Tað vísir metingin, sum er gjørd í sambandi við verkætlanina.
– Eitt tjóðleikhús er ein mentanarbygningur, har tilfar og detaljur eru á einum hægri støði, enn vit vanliga kenna tað frá skrivstovubyngingum og skúlum. Tað eru ikki bygdir nógvir slíkir mentanarbygningar hesi seinastu árini, og eru erfaringsprísirnir tískil ikki nógvir at samanbera – og tó, onkur verkætlan er at samanbera við.
Prísir fyri skúlar og skrivstovubygningar eru hinvegin vælkendir, skriva MAP Arkitektar í sambandi við kostnaðarmetingina.
– Alment kann sigast um eina kostnaðarmeting á hesum støðinum, at hon ikki bara er eitt tal, men at hon útgreinar hvat ið er íroknað, og hvat liggur uttanfyri. Flestu metingar fara skeivar, tí tær ikki eru avmarkaðar. Tað er eisini umráðandi at eyðmerkja teir váðar, sum eru í verkætlandini og kapitalisera teir, skriva arkitekterarni.
##med2##
– Tað er somuleiðis umráðandi at meta um byggbari, bæði tá tað kemur til kendar/ókendar loysnir og hvussu tað er at koma til bygningin og rundan um bygningin og ikki minst hvussu eru møguleikarnir at skipa eitt vælvirkandi byggipláss.
MAP Arkitektar halda, at tað týdningarmesta tó er støddin.
– At støddin er realistisk og heldur støddina, tá farið verður víðari. Tað eru óteljandi dømir um, at metingar ikki hildu, av tí einføldu orsøk, at bygningurin endaði við at verða størri enn tað sum var roknað við.
##med3##
Tey skriva, at uppmálda støddin av uppskotinum er 5.942 fermetrar, sum er 322 fermetrar størri enn ásett í byggiskránni.
– Ein frágreiðing til hetta er, at bygningurin hevur eina »Roof Top Café« á takinum, sum við atkomu og vesum er 290 fermetrar.
– Hetta er ikki nevnt í byggiskránni. Rúmskráin er væl lýst, og er uppskotstillarin av tí áskoðan, at bygningurin í framhaldandi projektering fer at halda støddina, skriva tey.
Tey skrivar eisini, at fermetrakostnaðurin fyri skúlar, skrivstovur og mentanarbygningar liggur í løtuni millum 28.000 og 40.000 krónur fyri fermeturin alt íroknað.
##med4##
– Vit meta, at hesin bygningurin er dýrari enn hetta. Hetta grunda vit á, at her eru nógv høg rúm og harvið stór rúmd, sum eisini kostar. Vit meta eisini, at útgerð og innbúgv eisini fyllir meira enn vanligt. Annað sum ger seg galdandi er, at roknað er við einum kjallara, sum kemur at liggja undir vatnspegilinum og er nógv dýrari enn vanligt.
Nakað sum hinvegin fær prísin niður, er at Tjóðpallurin liggur á eina bryggju, har lítið og einki jørðarbeiði skal gerast, annað enn kjallarin.
– Hetta ger stóran mun. Tað er eisini lætt at koma runt um bygningin og lætt at fáa eitt effektivt byggipláss. Sjálvt um bygningurin er organiskur, er alt kendar loysnir, sum eru royndar fyrr, og allir arbeiðstakarar kunnu bjóða uppá.
– Vit hava roknað út, at samlað er fermeturkostnaðurin í mesta lagi 49.000 kronur fermeturin.
Í fermeturkostnaðinum er roknað við at øllum, eisini ókendum, men ikki prís- og lønarvøk- stur, skriva MAP Arkitektar. Og prísindeksið er støðið í dag.
##med5##
Tey skriva víðari í sambandi við kostnaðarmetingina, at avmarkingin er, at kajanleggini eru ikki íroknað, eins og vegir og parkeringspláss.
Roknað er við at lendið rundan um bygningin er íroknað í eini frástøðu upp til 10-15 metrar.
Brúgvin og trapputornið er ikki íroknað, men rampan upp á takið er íroknað. Niðurtøka av verandi bygningum á økinum, Farstøðin og pakkhúsini, er ikki partur av verkætlanini.
##med6##
Arkitektarnir skriva víðari, at í løtuni eru prísirnir svingandi, at tað næstan er ógjørligt at gera metingar, sum eru fullkomiligar rættar. Hinvegin síggja vit, at tá okkurt fer upp, so fer okkurt annað niður.
##med7##
– Okkara royndir eru, at størsta óvissan er støddin. Um tað eydnast at halda støddina og ikki fara út um byggifeltið, so er óvissan 7% (har útfallsrúmið er 67%).
Kostnaðarmetigin hjá MAP Arkitektum sær soleiðis út:
##med8##